Andlát
Árni Joensen:
[email protected]
Jens Evensen var 86 ára gamal, nú hann doyði.
Sum ráðharri í havrættarmálum í sjeytiárunum stóð Jens Evensen fyri teimum norsku samráðingunum, tá fiskimarkini vórðu víðkað, og hann verður av fleiri mettur sum maðurin, ið útvegaði Noregi ræðisrættin yvir oljuni og gassinum í norsku undirgrundini.
Í 1985 gjørdist Jens Evensen fólkarættardómari í altjóða dómstólinum í Haag. Tólv ár frammanundan høvdu myndugleikarnir avdúkað, at politiski skrivari hansara, Arne Treholt, hevði njósnast fyri Sovjetsamveldið, og Evensen stúrdi fyri, at hetta fór at forða honum í at verða valdur til dómara í Haag. Men í ST var hann tann, sum fekk flestar atkvøður.
Jens Evensen var dómari í altjóða dómstólinum, til hann fór frá fyri aldur í 1994.