Jens hevur verið lærari í samfull 34 ár

Jens Johannesen hevur verið við til at mynda lív og læru hjá út við tveimum ættarliðum.

Týsdagin 2. desember var eitt lítið hátíðarhald í kantinuni í skúlanum í Trongisvági í samband við, at Jens Johannesen er farin frá sum lærari.

 

Tað vóru skúlin, skúlastýrið og mentanarnevndin hjá Tvøroyrar kommunu sum skipaðu fyri.

 

Skúlastjórin, Johan Joensen, helt røðu og handaði eina gávu sum minni um starvstíðina frá 1980 og til nú í november 2014 - ella í samfull 34 ár.

 

Anita Vibergsdóttir helt røðu fyri býráðið og handaði gávu, og Karin Maria Thorsteinsson helt røðu fyri lærararnar og handaði eisini eina gávu.

 

Jens Johannesen sjálvur takkaði fyri seg og konuna og tók saman um øll hesi árini í skúlanum.

 

- Hetta var ein stak hugnalig og gevandi løta til tess at takka einum starvsfelaga, ið hevur lagt sítt lívsstarv í sama skúla og verið við til at mynda lív og læru hjá út við tveimum ættarliðum her á plássinum.

 

Tað veit Tvøroyrar kommuna at siga um hetta lítla - men hugnaliga - hátíðarhald í skúlanum í Trongisvági.