Jens Müller í ólavsøkurøðu:

Borgarstjórin í Jyllinge, Jens Müller, ið er ættaður úr Havn helt ólavsøkuaftan hesa røðu í Føroyahúsinum á Vestarubrúgv í Keyp-mannahavn

 

Jens Müller



Gott kvøld, góðu landsmenn!

Soleiðis startaðu útvarpssendingarnar til herbúgvandi føroyingar fyri nøkrum árum síðan.

Eg fari fyrst at takka leiðaranum av Føroyahúsinum, harra Martini Fjallstein fyri innbjóðingina til at luttaka í setanini av ólavsøkuni her í Keypmannahavn 2001.

Annars fari eg at biðja tykkum halda mær til góðar við mínum »hálvvánaliga føroyska máli«, sum eg noyðist at brúka í røðu míni. Men eg havi bert tosað føroyskt í umleið 14 ár, men danskt í skjótt 50 ár.

Eg havi ikki verið við til nakað ólavsøkuhald í Danmark fyrr, so eg kenni ikki rættiliga mannagongdina, og tær ólavsøkuveitslur, eg havi verið við til heima í Havn, kann eg av góðum grundum ikki minnast rættiliga nógv um, deils orsakað av øllum teimum árum, sum farin eru, síðani eg var til slíkt ólavsøkuhald og deils orsakað av tí ávirkan, sum ein vissur harra Kattrup hevði bæði á ólavsøkuna og náttarlívið yvirhøvur. (Kattrup var ein av teimum størstu vínimportørunum til Føroyar, inntil Rúsan kom).

So eg spurdi Martin, hvat eg skuldi tosa um. Hann helt fyri, at tað stóð heilt til mín kanska kundi eg sagt eitt sindur um meg sjálvan og ta lívsleið, sum hevði ført meg til tað starvið, sum eg nú siti í.

Hann skjeyt eisini upp, at eg kundi komið við mínum viðmerkingum og sjónarmiðum til tað eventuella sjálvstýri, sum nakrir føroyingar arbeiddu sterkt uppá at innføra. Tað seinna málið er ógvuliga kontroversielt at tosa um, við tað at nógv og sterk følilsir eru bundin saman við júst hesum evni, og eg eri sjálvsagt ikki úti eftir, at tað, næstu ferð eg komi til Føroyar, stendur ein politistur við einari tilhaldsváttan, sum sigur, at eg eri dømdur sum persona non grata, og ikki sleppi í land í Føroyum.


Mín lívssøga

Eg havi aldri fingist við føroyskan politikk og havi ikki alt ov nógv skil á honum heldur, men tá ið eg nú eri biðin um eitt úttalilsi, ja, so eri eg noyddur at royna. Men tað kann av góðum grundum bert blíva sum ein áskoðari frá síðulinjuni.

So eg leggi fyri við mær sjálvum. Eg eri føddur í Havn 25. mai 1938, beint áðrenn kríggið ? móðir mín var úr Skúvoy, so eg bleiv »deporteraður« til Skúvoyar, tá ið eingilskmenninir komu til Føroyar í 1940. Eg veit ikki, um foreldur míni líkafram vóru bangin fyri, at eg skuldi gera meg inn á hersetingarvaldið ? ella tey bara hava hildið, at tað allarhelst var best fyri allar partar at fáa Pink, sum eg varð kallaður, beindan eitt sindur burtur av alfaraveg. Men so mikið er vist, at tey árini, eg var í Skúvoy, vóru míni allarbestu barnaár.

So kom tíðin, hvar eg skuldi í skúla ? tað bleiv kommunuskúlin í Havn. Onkrar av lærarunum minnist eg, eitt nú Zacharias Sørensen, John Davidsen, Jacob Wenningstedt og nógvar aðrar merkismenn. Hesir gjørdu alt, teir vóru mentir fyri at buka eitt sindur av vitan og lærdómi inn í mítt tá sera krúlluta høvd, men eg haldi meg ørminnast, at tað, sum eg var mest glaður fyri ? tað vóru fríkorterini.

Sum 14 ára gamal varð eg konfirmeraður og fekk loyvi at roykja alment ? eg hevði helst gjørt tað eini 2-3 ár í loyndum. Eg kom so út at sigla. Fyrst ein túr til Grønlands við trolaranum Kallsevni sum messudrongur, síðani við ferðaskipinum Tjaldrinum sum kahúttsdrongur. Síðani kom eg á sjómansskúla í Svendborg, og endiliga við skúlaskipinum Danmark.

Eg gjørdi verndarskyldu mína í donsku marinuni ? eg var til dømis marinusoldátur, tað kvøldið amerikanski forsetin, Kennedy varð skotin í Dallas!

Samanlagt sigldi eg í donskum handilsflota í samfull 10 ár!

Eitt kvøldið, eg var farin í føroyingafelagið, sum tá var á H. C. Andersens boulevard í Keypmannahavn møtti eg lívsfelaga mínum, einum eiggiligum sprundi úr Sumba. Vit giftust skjótt ? tað var í 1960 og hava nú fylgst trúliga í 41 ár. Gunnvør, sum kona mín eitur, helt, at tað var vitleyst at vera so nógv burtur og sigla, og tað mátti eg geva henni rætt í. Í dag hava Gunnvør og eg tvey børn, sum bæði eru vaksin. Vit hava eisini ommu- og abbabørn ? tvey og eitt hálvt í tali. So ættin verður førd víðari.

Men eg fór so í land, gjørdist falckmaður ? tað var eg í 10 ár. Síðani havnafúti, arbeiddi sum sjálvstøðugur vognmaður í nógv ár. Eg gjørdist politiskt áhugaður og kom inn í veljarafelagið hjá Konservativa flokkinum í Gundsø kommunu, varð valdur inn í býráðið og sat sum vanligur býráðslimur í 4 ár, næsta skeiðið varð eg so kosin til fyrsta varaborgarstjóra.

Í 1993 gjørdist eg borgmeistari og havi nú havt tað starvið í skjótt 8 ár. Tað at gerast borgmeistari var ein langur og drúgvur umgangur, men væl stuðlaður av konu míni, eydnaðist tað mær. Hon hevur so nógva æru av tí, at tað kundi eins væl havt verið hon sjálv, sum varð blivin borgmeistari, men hon vildi heldur ansa eftir ommubørnum.

Hetta var so í stuttum mítt Curriculum Vitae, tá ið skjótt skal sigast frá.


Er nakað skilagott við loysing?

Eg má heldur leypa út í hitt málið, nevniliga mína meting av føroyskari loysing frá Danmark. Tað skal ikki vera nakar ivi um, at eg haldi at tað er ein øgiliga vánalig ide. Í staðin fyri sum nú, har føroyingar ætla at yvirtaka sjúkrahús, skúlar, politi v.m., so lat tó Danmark betala!

Táverandi konservativi statsministarin, Poul Schlüter foreraði okkum undirgrundina við bæði olju og øllum, sum har kundi vera. So, um tað finst nøkur olja og føroyingar bara kunna stýra teimum dagdroymarunum, sum sita úti í Tinganesi, kundu føroyingar liva sum heimsins ríkasta fólk.

Føroyar og Danmark hava hoyrt saman í yvir 600 ár, og harvið eru óloysilig bond knýtt millum hesi bæði fólk. Eg havi eingi beinleiðis tøl, men tað skuldi ikki undra meg, um tað búðu líka so nógvir føroyingar í Danmark, sum tað eru innbyggjarar í Tórshavnar kommunu.

So eru tað helst nøkur, sum spyrja seg sjálvan: Hví búgva allir hesir føroyingar í Danmark, hví eru teir ikki í Føroyum og eru við til at uppbyggja tað lítlu natiónina. Eg kann bara svara fyri meg sjálvan, at tá ið eg fór út í verðina í 1953, var tað millum annað fyri at síggja, hvussu verðin sá út uttanfyri Nólsoynna, og sjálvandi eisini fyri at finna mær eitt arbeiði, sum eg kundi liva av.

Heima í Føroyum var stutt sagt bara fiskivinna at liva av, og tað var eisini avmarkað, hvussu nógvum fiskimonnum, man hevði brúk fyri til tann fiskiflotan, man hevði. Og eg vil vága tað postulat, at tað var produserað ov nógv av føroyingum til tað livibreyð og arbeiði, sum var.


Ein teori og ein metafora

Lat meg royna onkra teori. Og teoriir, sum eru klaktar í Jyllinge, kunnu allarhelst vera fult so frægar, sum tær, ið eru úttonktar í Hoydali, ella hur???

So eg fari at loyva mær eina lítla mynd ? eina metaforu ? sum kanska kann lýsa og samanbera okkara samfelag tá í hálvtrýssunum. Vit mintu um eitt løvu-samfelag, og í einum slíkum er beinleiðis neyðugt við úttynning í flokkinum av og á, av teirri einfaldu grund, at økið ikki kann bera og breyðføða fleiri individir á einum givnum areali. So við øðrum orðum, tað vóru beint út sagt ov nógvir føroyingar til tað talið av arbeiðsplássum sum fanst. Eg kann sjálvandi ikki prógva mína teori, men hetta er so eitt sjónarmið.

Vit fóru úr Føroyum, onkur sigur av landinum, og so vórðu vit nevndir av-føroyingar ella asfaltføroyingar, vónandi bert sum skemt. Tað eru nú heldur ikki altíð tey ringastu, sum fara heimanífrá!

Tað hava altíð verið nakrir føroyingar, sum partú vildu loysa Føroyar frá Danmark, og tað er heilt í lagi, at onkur hevur ta áskoðanina ? tað er tað vit nevna demokrati, at teir sleppa at hugsa og tala púra frítt og hava sínar meiningar, óansæð, hvat vit onnur halda. Men einar fríar Føroyar eru treytaðar av, at tað er ein meiriluti av føroyingum, sum vilja tað sama. Og tað hevur avgjørt ikki verið nakar meiriluti aftanfyri sjónarmiðini hjá teimum mest ógvisligu loysingarmonnunum hesi seinastu árini. Men eg veit, at man arbeiðir miðvíst fyri at fáa henda meiriluta!


Bankamálið kom monnum væl við

Hvat gera loysingarmenn so, jú, teir royna at lokka og ávirka fólkið ella yvirtala tey til at taka loysing. Tað hevur ikki gingið serliga væl hjá teimum higartil, men so kom bankamálið, sum sent av himli til teirra.

Tað er eitt gamalt orðatak, sum sigur, at man kann koma til »for smed at rette bager«. Smiðjurin var sum kunnugt skurkurin, men man kundi betri klára seg, uttan bakaran.

Tað, sum »Den danske bank« gjørdi móti Før-oyum, var eftir mínum tykki sera ósportsligt og avgjørt eisini óetiskt, men tað var helst tað allarbesta, teir kundu gera fyri parthavarnar (aktionerarnar) í tí støðu, sum tá var, (og nógvir av aktionerunum vóru júst føroyingar, fyri ikki at tosa um innlánarnar). Halda menn veruliga, at Danski banki altíð hevur gjørt so væl móti danskarum? Tvørturímóti! Tað vóru her í landinum nógvir borgarar, sum mistu nógvan sparipening t.d. í sambandi við Hafnia-skandaluna, ið var íspunnin av Danska banka.

Eg eri heilt ivaleysur í, at Danski banki á ein ella annan hátt fáa sín part av oljukakuni, um hon verður til nakað.

Hevur danska fólkið skyldina?

Nú er tað tann lúnski loysingarmaðurin kemur inn í myndina. Jú, um vit nú kunnu snara hatið til Danska banka yvir á tað danska fólkið, so var kanska ein møguleiki fyri at venda fólkastemninginum í Føroyum móti Danmark! Eg má siga, at tað deilvíst lukkaðist, og eg eri ivaleysur í, at tað verður arbeitt sterkt og miðvíst við at dyrka hetta hatið til Danmark. Men er hetta ikki bæði ússaligt og feikt?

Vit hoyra at Danmark vinnur pengar uppá tað føroyska samfelagið, bæði á tí militera og handilsliga økinum. Er tað nú heilt órímiligt, at føroyingar betala fyri nakað av tí, teir fáa og hava fingið! Føroyar hava einki militer, kortini hava vit holla danska sjóverju og eru vardir av Danmark og NATO. Er tað so órímiligt, at Føroyar leggja basuøki til hervaldið. Vit skulu jú ikki so frægt sum levera soldátar til at verja okkum sjálvar við. Tað er bíliga sloppið!

Eg veit ikki, hvat Danmark tjenar uppá handilslívið í Føroyum ? tað eru leysir pástandir! Men eg haldi meg vita, at Føroyar taka ímóti umleið 1,4 milliard krónum í blokkstudningi hiðani úr Danmark um árið ? pengar, sum eru inntjentir av tí danska skattgjaldaranum trúliga goldin av danska statinum við yvirflutningi til føroysku gjaldstovuna við umleið einum 1/12 hvønn mánað! So er tað ikki so heilt órímuligt, um Danmark eventuelt hevði onkran vinning av Føroyum. Vildi tað verið rættvíst, at føroyingar bara skuldu fingið, men ongantíð latið nakað afturímóti?


Í mínari lítlu verð

Eg skal royna at forklára hví eg haldi, at føroyingar í Føroyum avgjørt ikki vera verri viðfarnir enn danskarar herniðri í Danmark verða tað. Danski skattgjaldarin verður avgjørt ikki mjúkliga strokin. Í mínari kommunu (Gundsø kommunu við Roskildefjørðin) búgva umleið 15.000 fólk ? hon er altso næstan sum Havnar kommuna til støddar. Vit hava eina netto skattainntøku uppá ca. 455 milliónir krónur. Men danska stjórnin hevur funnið uppá skálkabrøgd og brúkar tað principp, at tað skal útjavnast millumkommunalt, soleiðis at tær kommunur, sum ikki verða riknar so væl og hava nógvar góðar skattaborgarar, skulu gjalda útjavning til tær kommunur, sum ikki vera so væl riknar.

Tað vil fyri Gundsø kommunu siga, at vit skulu av við 120 milliónir í inniverandi ári. Hesin peningur, umleið fjórðingurin av okkara skattainntøku, verður bara tikin frá okkum latin øðrum kommunum. Vit hava púra onga ávirkan á hetta ? søgan hevur verið tann sama øll tey undanfarnu árini. Tá ið so tann sosiali sektorin í kommununi hevur fingið 80% av restini, og vit hava goldið stati og Roskilde amti tað, sum vit eiga, er ikki nógv eftir, og vit hava illa nokk ráð til at umvæla okkara egnu vegir. Er hetta rættvíst? Við tí peningi, sum vit tey seinastu árini hava goldið til útjavningina, kundu vit havt sett skattaprocentið 4 niður, og í Gundsø kommunu er bert eitt skattaprocent tað sama sum 18 milliónir krónur. Hetta haldi eg og fleiri við mær, vera alt annað enn demokratiskt og sera órættvíst.

Vit hava søkt Hovedstatens udviklingsråd, sum er ovasti myndugleiki í byggimálum um at fáa nakað av okkara jørð stykkjað út til grundstykkir, tí okkum tørva eldrabýli og bústaðir til flóttarfólk v.m., men svarið er nei.

Vit hava søkt HUR um loyvi til at víðka okkara ídnaðar- og vinnulívsøkir, men svarið er NEI. Er hetta rættvíst ? áttu tað ikki at verið kommunurnar sjálvar, sum best vistu, hvat teirra egnu borgarar hava brúk fyri?


Hvat stríðast vit aktuelt við?

Hesi seinnu árini er íkomið eitt nýtt problem, sum kommunurnar eisini skulu taka sær av, nevniliga flóttarfólki. Vit verða ikki spurdir eftir, um vit vilja hava flóttarfólk ? tað verður dikterað okkum at taka tey. Gundsø kommuna skal hava 30 í ár, eitt líknandi tal næsta ár pluss familjusamanføringar, sum vit eisini skulu veita bústað. Vit hava bert heilt fáar sosialar íbúðir ? tí eru vit farin at keypa sethús til langt omanfyri milliónina til at hýsa flóttarfólki í.

Bara í ár hevur okkara kommuna eina útreiðslu uppá 12 milliónir til flýggjandi og innvandrarar, sum vit ikki fáa refunderað frá statinum.

Samstundis hava vit ein langan bíðilista av egnum borgarum, sum ikki kunnu finna ein bústað, t.d. í sambandi við skilnaða, deyða hjá hjúnafelaga v.m. Hesum fólkum vildu vit eisini fegin hjálpt við at útvega bústað.

Men teimum, okkara egnum borgarum hava vit ikki skyldu at skaffa bústað ? er hetta rættvíst?

Og kortini hóast allar hesar myrku síðir, eg havi gjørt vart við, so eri eg sera fegin um at hoyra til í einum landi, har man hóast alt setir menniskjað í sentrum, og har samfelagið syrgir fyri teimum, sum ikki sjálvi orka.

Vit gjalda symbolskar upphæddir fyri barnastovnar, og vit hava ókeypis sjúkrahús, røktarheim, skúlar og ein sera góðan infrastruktur, umframt nógv onnur felags rættindi fyri borgaran.

So sjálvt um tað er nógv, sum vit í kommununi ikki eru samd við statin um, og hóast vit ikki altíð skilja, hvussu og hví Danski staturin fer so illa við okkum, so hava vit í Gundsø kommunu ongar ætlanir um at taka loysing frá hvørki Danmark, Føroyum ella Grønlandi. Vit eru nevniliga glað um at tilhoyra eini størri familju. Vit eru solidarisk!


Fáa vit nakrantíð betri vinir?

Eg havi faktist altíð verið errin av at vera føroyingur. Føroyingar hava altíð verið eitt stolt fólk, og tað er bara at frøast yvir at síggja, hvat føroyingar hava útrætta her í landinum. Føroyingar eru umboðaði í øllum samfelagsløgum, sita í alskyns týðandi størvum. Tað sita føroyingar av báðum kynum í leiðandi størvum. Hugsa eitt nú um allar yvirmenninar í handilsflotanum, jú føroyingar hava nógv at vera stoltir av. Vit mugu bara ansa væl eftir, at stoltleikin ikki tekur yvirhond og verður til heimføðisliga arrogansu. Tað er tað eingin, sum hevur brúk fyri, og so »betýðiligir« eru vit heldur ikki!

Um Føroyar loysa frá Danmark, kunnu teir sjálvandi fáa heilt »nýggjar« vinir. Olja og ríkidømi kann saktans skapa »vinir«, men er tað sømuligt ella rættvíst at vraka teir vinir, føroyingar enn hava, og sum stóðu teimum nær, tá ið Føroyar vóru við at fara heilt í smildur. Eru vit so ótakksamir og smáir, at vit blaka okkara vælvildarmenn á dyr, bert vit hava eitt sindur av oljupengum. Vildi tað verið heiðurligt ella rættvíst?

Her er tað kanska, at eg og fleiri við mær áttu at spurt: Hvar blivu teir góðu íslendingar av í tí løtuni, tá ið vit veruliga vóru í neyð. Hetta góða brøðrafólkið, ið vera skal ? er tað ikki teir, sum Hoydalsfólkið brúkar sum model og fyrimynd? Nei Danmark mátti fáa okkum aftur á føtur, Danmark mátti styðja okkum og Danmark mátti lyfta okkum upp aftur og Danmark mátti leiða okkum, til vit kundu fóta okkum so frægt, at vit aftur vóru mentir at sparka teir og brúka okkum móti teimum og svína teir til afturfyri vælvildina!

Sannast má sum gamla orðatakið sigur: Ger skálkinum gott ? hann lønar tær við háð og spott!


Útisetar hugsa nógv um Føroyar

Eingin skal tó vera í iva um, at teir føroyingar, sum búgva í Danmark, elska Føroyar minst líka so nógv, sum teir, ið búgva í Føroyum í dag. Vit siga at ferðast heim til Føroyar til dømis, tá ið vit fara á feriu, sjálvt um man hevur eitt heim her í Danmark og hevur havt tað í 40-50 ár.

Bert tað at hoyra eitt tjaldur, sum í loftinum sigur tað eyðkenda »klipp-klipp« eitt ella annað stað á knøttinum, óansæð um man er í Cairo ella á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn, ger, at man mentalt verður fluttur heim til Føroyar og til óvitatíðina. Man kennir seg kanska staddan upp í haganum í ferð við at laða torv, reka seyð ella hoyggja. Bæði foreldur, systkin, ja, øll familjan og kenningar fara framvið tí »innara eyganum« í sinninum.

Jú, Føroyar fylla nógv í lívinum hjá okkum útisetum. Og eg fari tí at heita á makthavarnar í Tinganesi at vísa eitt sindur av mansevni, og tí senda spurningin um loysing út til fólkaatkvøðu beinanvegin. Og so mega tit lata allar okkum føroyingar, sum búgva í Danmark og øðrum londum við, fáa stemmurætt, so tað ikki bara vera tey blaðungu lesandi, sum sleppa at avgera lagnu føroyinga.