Jens Marni hitar upp til Adams

Saman við tónleikarum úr X-factor orkestrinum hjá DR skal Jens Marni Hansen standa fyri upphitingini á Tórsvølli tann 4. juni Hann hevur í fleiri ár verið kendur fyri sinar tulkingar av millum øðrum Bryan Adams, og tí er Jens Marni Hansen uttan iva eitt upplagt navn til plakatina, nú kanadiski sangarin kemur til Føroya.

 

Jens Marni Hansen leggur í løtuni seinastu hond á eina fløgu, sum kemur út í fyrru helvt av juni mánað. Sostatt fáa tey umleið 5.000 fólkini, sum higartil hava keypt atgongumerki til konsertina við Bryan Adams møguleika at verða tey fyrstu, sum hoyra og uppliva framførslurnar av nýggjum løgum hjá Jens Marna Hansen.

Við hesum er greitt, at tvey orkestur fara at hita upp til konsertina við Bryan Adams, og verða tey Jens Marni Hansen við tónleikarum frá X-factor hjá DR, og bólkurin ?4?, sum er fløguaktuellur við summarhittinum ?Her er løtan?.