Jóansøkufestivalurin er stuðulskonsert til frama fyri at gera saltsiloina á Drelnesi til norðurlenskt mentanarhús. Tískil er luttarkaralistin á tremur við góðum føroyskum nøvnum, ið stuðla, men eisini danain DJ Flemse verður við.
DJ Flemse er ikki ein og hvør. Síðani hann var 14 ára gamal hevur hann átt og rikið egið mobildiskotek. Hann er dugnaligur og væl umtóktur, og hevur sum elektrikkari skil fyri útgerðini, eins væl og tónlekinum.
At hann er dugnaligur fekst prógv fyri í 2008, tá hann vann danska meistaraheitið innan mobildiskotek.
Jens Marni
Jens Marni Hansen, og manning hansara í Faktor 4, verða eisini við á Jóansøkufestivalinum. Jens Marni kom fram við bólkinum Kjølar, síðani við All That Rain, og so superbólkinum Showmenn. Men eisini hevur hann alla tíðina víst seg á egnum beinum sum troubadour.
Hann hevur í eina tíð havt egnan bólk aftan fyri seg, og fyri stuttum kom so fyrsta fløga hansara undir egnum navni, har hann aftur prógvar sínar dygdir sum rocksangari.
Jens Marni er millum teir fremstu í Føroyum í dag, og hevur víst seg sum ein, ið tekur tónleikin í álvara, og hetta hevur eisini borið hann langt fram á leið. Hann er í dag millum virknastu og best dámdu tónleikarar í landinum.
Jóansøkufestivalurin hevur hervið longt luttakaralistan við tveimum nøvnum, og sær listin soleiðis út nú; Crawling Blue, 200, Martin Joensen, Páll Finnur Páll, Jens Marni Hansen og DJ Flemse. Jóansøkufestivalurin avdúkar fleiri nøvn í komandi viku.