Jens Martin: Eg trúgvi upp á ein sigur

FM1: Bæði Jákup á Borg og Jens Martin Knudsen hava góðar vónir

Í samband við Nations League landsdystin millum Føroyar og Aserbadjan, sum verður á Tórsvølli í kvøld, hevur FM1 havt upptakt. Her bleiv tosað við millum annað Jákup á Borg, venjara hjá B36. Hann fegnast um, at Odmar Færø fær møguleikan.

 

Hoyr upptaktssendingina við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Eg eri ótrúliga fegin um, at Odmar Færø fær møguleikan. Hann hevur bíðað tolin eftir honum. Odmar hevur kanska verið besti spælari í føroysku kappingini í eina tíð, sigur Jákup á Borg.

 

Viðmerkjari til sjálvan dystin verður Jens Martin Knudsen. Fyrrverandi landsliðsmálverjin heldur fyri, at hetta verður torført, men at vit hava ein møguleika.

 

- Hetta sær út sum eitt spennandi lið. Eg haldi, at vit kunnu sníkja okkum til ein sigur, sigur Jens Martin Knudsen.

 

Hoyr alla upptakssendingina við at trýsta á pílin undir myndini.