Jens Rohde farin úr Radikala Vinstra: Ikki nóg miðsøkjandi

Tingbólkurin hjá teimum Radikalu á Fólkatingi minkar nú við einum limi, tá Jens Rohde er farin úr flokkinum.

Fólkatingsmaðurin Jens Rohde hevur meldað seg úr Radikala Vinstra flokkinum, upplýsir hann í morgun á Facebook.

Sambært Jens Rohde, sum hevur verið tinglimur fyri Vinstra, fer hann úr Radikala Vinstra flokkinum, tí flokkurin ikki longur í nóg stóran mun leitar sær ávirkan.

Á Facebook skrivar hann millum annað:

– Fyri at skerpa profilin hjá Radikala Vinstra, fekk flokkurin sær fyri tveimum árum síðani ein konsulent.

– Tað var fínt til valstríðið, tá bert eitt var at gera, at seta fokus á at fáa fleiri atkvøður, tí flokkurin lá og rótaði niðri á fimm prosentum í veljarakanningum.

– Eg haldi, at tað hendi nakað við flokkinum ta tíðina. Tað er sum um flokkurin enn er í einum valstríði. Tað ger uppgávuna at liggja á miðjuni trupula.

Hann sigur tó einki um, hvørt hann ætlar sær úr Fólkatinginum, halda fram sum leysgangari ella velur okkurt heilt annað.

/ritzau/