Flogfar hjá Atlantic fekk ikki lent í Vágum í dag, men fór til Noregs.
Við flogfarinum var m.a. danski uttanríkisráðharrin Jeppe Kofod, ið skal vitja føroyska starvsbróðir sín, Jenis av Rana.
Ætlandi roynir flogfarið aftur at lenda í Vágum í kvøld. Eydnast hetta, verður skráin fyri vitjandina óbroytt.
Uttanríkis- og mentamálaráðið skrivar m.a. soleiðis um vitjanina:
Á skrá fyri fundin er m.a. viðurskiftini millum Føroyar og ES, langtíðarætlan fyri arktiska arbeiðið hjá londunum báðum og samstarv á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum.
Fríggjamorgunin kl. 9 hava Jenis av Rana og Jeppe Kofod tíðindafund í Salinum í Tinganesi.
Fríggjadagin skal danski uttanríkisráðharrin hitta Løgtingsins Uttanlandsnevnd. Eisini verður vitjað hjá Bakkafrosti á Glyvrum.
Uttanríkisráðharrin fer av landinum aftur fríggjadagin seinnapart.