Men fiskivinnunýskipanin fer at føra til lakar úrslitið í ár, skrivar felagið í leiðslufrágreiðing.
Rakstrarúrslitið hjá reiðarínum JFK P/F í Klaksvík fyri 2016 var 20,6 mió kr í mun til 23,6 árið fyri. Leiðslan metir úrslitið vera nøktandi.
Tað eru Føroyagrunnurin frá 1971 Vr/g og HH P/F, sum eiga JFK, har Hanus Hansen í Klaksvík er stjóri. Hanus Hansen og útlendska felagið Næraberg Holding AS (útlendskt felag) eiga HH P/F.
JFK eigur dótturfeløgnin JFK Trol P/F, Kósin P/F, Kvikk P/F.
193 fólk starvst hjá samtakinum JFK.P/F.
Í leiðslufrágreiningini sigur felagið, at at nettosølan hevur verið 287 mió kr ímóti 333,5 mió kr árið fyri. Úrslitið eftir skatt er 20,6 mió kr í mun til 23,6 árið fyri. Leiðslan metir úrslitið vera nøktandi.
Tøki peningurnfelagsins í 2016 er fallin við 10,6 mió kr frá 21,1 mió kr til 10,5 mió kr.
Felagið sigur eisini í leiðslufrágreiðingini, at sølan hjá samtakinum í stóran mun er ávirkað av gongdini í altjóða búskapinum, serliga evropiska búskapinum.
Felagið er eisini ávirkað av teimum kvtotum, sum verða tillutaðar felagnum. Samtakið er í ávísin mun viðkvæmt fyri broytingum í rentustøðu.
– Uppskot um nyiggja fiskivinnulóggávu er lagt fyri tingið, og tað er óvissa um, hvørja álvirkan hetta fer at hava á framtíðar viðurskifti hjá felagnum. Sum uppskotið er orðað nú, kann hetta fáa stóra negativa ávirkan á raksturin hjá felagnum, skrivar felagið í leiðslufrágreiðingini, og tí metir leiðslan, at úrslitið næsta ár verður á lægri støði enn í 2016.