Jóan Pauli venur í Yndi

- Tað hevur týdning at halda fram og ikki leggja seg afturá, og enn tími eg at venja, sigur Jóan Pauli Joensen

 

- Tað er neyðugt at seta sær mál, sjálvt um øll ikki vera rokkin, sigur Jóan Pauli Joensen

Hvat gert tú fyri at halda teg sunnan?   

- Eg royni at halda meg sunnan við at venja regluliga í Yndi tríggjar ferðir um vikuna. 

Tað sigur Jóan Pauli Joensen.

- Venjing er góð, bæði fyri likamligu og sálarligu heilsuna. Ikki minst er tað hugnaligt at geva sær stundir at práta við onnur sum venja aftaná. 

Jóan Pauli sigur, at hann eisini roynir at vera virkin við tí, sum hann hevur arbeitt við alt lívið.

Hvønn týdning heldur tú, at rørsla hevur?   

- Rørsla hevur stóran týdning, og tað hevur týdning at halda fram og ikki leggja seg afturá. Tað mótvirkar stress at hava okkurt at gera so leingi, sum høvdið er nøkunlunda klárt, sigur hann. 

Hevur tú tað betur likamliga og sálarliga við at vera virkin?   

- Tað er neyðugt at seta sær mál, sjálvt um øll ikki vera til nakað. Ert tú granskari, so verður tú tað alt lívið, og tað er stuttligt at hava nakað at fáast við, sum tú tímir, eg enn tími eg at venja, sigur Jóan Pauli Joensen.

 

(Í VikuskiftisSosialinum hesaferð, sum fæst til keyps í blaðsølunum, seta vit fokus á heilsu)

 

Lesið eisini - 

 

Renniskógvarnir kundu minkað nógv um heiliváginhttps://www.in.fo/news-detail/einar-renniskogvar-kundu-minkad-nogv-um-heilivagin

 

 

 

 

 

 

 

- Tað er neyðugt at seta sær mál, sjálvt um øll ikki vera rokkin, sigur Jóan Pauli Joensen