Jóan Símun nærkast Vejle

Tveir aðrir royndarleikarar eru sendir til hús, men Jóan Símun hevur enn møguleikan.

Jóan Símun Edmundsson, sum hevur verið til royndarvenjing hjá Vejle í næstbestu donsku deildini, fær møguliga bjóðað sáttmála við felagið. Tveir aðrir, sum júst hava verið til royndarvenjing, svenski Linus Smedjegården og týski Glenn Schrøder, eru sendir til hús aftur uttan nakran sáttmála, men Jóan Símun hevur framvegis møguleikan.

 

- Jóan Símun hevur gjørt eitt gott inntrykk, og vit umhugsa at bjóða honum sáttmála. Hann er ein vinstrabeintur áleypari, sum eisini kann spæla á vonginum, sigur ítróttarstjórin hjá Vejle, Mads Bro Hansen, við donsku heimasíðuna bold.dk.

 

in.fo skilir, at einans smálutir eru eftir áðrenn sáttmálin við Vejle gerst veruleiki. Um Jóan Símun Edmundsson fær sáttmála við Vejle, verður hann liðfelagi hjá Viljormi Davidsen, sum júst hevur longt sáttmálan við felagið.

 

Vejle er í løtuni á fjórða plássi, seks stig frá uppflyting til Superliguna.