Jóanes Nielsen letur nú nýggjan sjónleik úr hondum
Hetta er aðru ferð Jóanes Nielsen roynir seg sum leikhøvund. Fyrru ferð var tað við leikinum, Eitur nakað land Week-end?, sum Gríma setti upp í 2001, og sum vann Norðulendsku Dramatikaravirðislønina í 2002.
Í hesum leikinum, hann nú letur úr hondum, og sum eitur Aftan á Undrið, roynir Jóanes nýggjar leiðir.
Leikurin flytir seg alla tíðina millum veruleika og dreym, og er at kalla meira absurdur og dreymakendur, sigur Mentunargrunnur Studentafelagsins, sum gevur leikin út.
Leikurin er um tólv ára gamla Dávid, sum hevur svull á heilanum, og skal royna at sættast við tað.
Leikurin fylgir Dávidi og hansara hugsanum og dreymum um familjuna, lívið, deyðan og – Pinocchio!
Í dreymunum er Dávid Pinocchio, sum ikki er ein trædukka longur, men er blivin ein ordiligur drongur.
Og eins og Dávid roynir Pinocchio at sættast við hvat tað er at vera menniskja.
Leikurin flytur seg millum hesar báðar heimarnar, tann veruliga og dreymin, og tað er ikki altíð lætt at síggja mun á.
Verur úr Pinocchio-søguni blanda seg uppí veruleikan, og hjálpa Dávidi at finna seg sjálvan í einum hurlivasa av kenslum, fantasiið og dreymum, sigur Mentunnargrunnurin.