Jóannes Bjartalíð skoraði fyrsta málið í bestu norsku deildini

Fredrikstad vann á heimavølli í dag

Í dag upprann løtan Jóannes Bjartalíð hevur longst eftir. Nevnliga at skjóta eitt mál fyri Fredrikstad í bestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist í dag í heimadystinum hjá Fredrikstad móti Kristiansund. Jóannes legði Fredrikstad á odda við einum brotssparki, tá klokkan vísti 24 minuttir. Kristiansund javnaði sjey minuttir seinni. Við tveimum málum í seinna hálvleiki syrgdi Henrik Langaas Skogvold tó fyri, at Fredrikstad vann dystin 3-1.

 

Sambært Sofascore var Skogvold besti leikarin hjá Fredrikstad í dag. Hann fær karakterin 9,2 (av 10 møguligum). Jóannes fær næstbesta karakterin, ið er 8,2. Frá Soccerstand/Flashscore fekk Jóannes karakterin 8,1.

 

Jóannes hevur fyrr í ár skotið mál fyri Fredrikstad í Europa League undankappingini, tá hann skoraði í heimadystinum móti FC Midtjyllandi. 

 

Fredrikstad er nummar seks í deildini við 39 stigum. Fredrikstad hevur níggju stig upp til fjórða plássið, har Tromsø hevur 48 stig. Við bert trimum dystum eftir verður meir enn torført hjá Fredrikstad at vinna seg til Conference League undankappingina komandi summar. 

 

Komandi leygardag klokkan 13 spælir Fredrikstad dyst á útivølli móti lokala arvafíggindanum, Sarpsborg 08 á útivølli.