Jóannes Dalsgaard stjóri á menta- máladeildini

Skal m.a. umsita Fróðskaparsetrið, sjónvarp og útvarp, kirkjumál og ítrótt


Jóannes Dalsgaard, landsskjalavørður, Ph.D. verður stjóri fyri nýggju mentamáladeildini í Tinganesi.

Eftir bygnaðarbroytingunum verður undirvísingar- og mentamálastýrið skipað við trimum deildum: mentamáladeild, vinnu/miðnámsskúladeild og fólkaskúladeild. Leiðslan verður frá 1. januar 98 skipað við einum aðalstjóra og trimum deildarstjórum.

Jóannes Dalsgaard verður stjóri fyri mentamáladeildini. Undir hesi deild eru m.a. Fróðskaparsetrið, læraraskúlin, fornminnissavnið, landsskjalasavnið, náttúrugripasavnið, bókasøvnini, útvarp og sjónvarp umframt annað mentanarligt virksemi so sum ítrótt og sjónleik. Eisini mál viðvíkjandi kirkjuni liggja undir mentamálastýrinum.


Jóannes Dalsgaard gjørdist herfyri doktari, eftir at hava vart bókina Fylking. Nú tekur hann við einum tí ovasta mentanarliga embætinum í landinum