Jóannes Gaard vann Shark Atlantic 2014

Fiskikappingin Shark Atlantic 2014 komin nú liðug. Kappingartíðarskeiðið var frá 1. februar í fjør til 31. januar í ár.

Fiskikappingin Shark Atlantic 2014 komin nú liðug. Kappingartíðarskeiðið var frá 1. februar í fjør til 31. januar í ár.

 

Vinnarin gjørdist Jóannes Gaard, sum ikki minni enn tríggjar ferðir áður hevur vunnið heiðurin.

 

Hemarin sum Jóannes fiskaði vigaði 153,6 kg. Og var fiskaður tætt undir land við Kirkjubønes.

 

Fyrsta virðislønin var eitt gávukort upp á 10.000 krónur frá P/F Bátatænastuni.

 

Nrummar 2 gjørdist Jáhan Simonsen við einum hemara upp á 93,6 kg sum bleiv fiskaður tætt við land eystanfyri Nólsoy.

 

Onnurvirðislønin var eitt gávukort upp á 6.000 krónur frá P/F Jógvan Weihe.

 

Vinningarnir blivu handaðir á Sjósavninum leygarkvøldið, har borðreitt var við fiskasúpan og hemara – sjálvandi.

 

Shark Atlantic 2015 byrjar fyri tólvtu ferð eftir ætlan um hálvan februar.

 

TRÝST HER fyri at síggja meira.