Jóannes hevur stóran týdning fyri Leirvíks bygd

Í gamla Turkihúsinum á havnaøkinum í Leirvík húsast Báta- og Listasavnið í Leirvík. Í savnshølunum hongur eitt av størstu málningasøvnunum eftir kenda leirvíksmálaranum, Jóannis Kristiansen, men eisini eru fleiri gamlir føroyskir bátar, málningar eftir Sámali Toftanes og ein ørgrynna av øðrum lutum, ið lýsa væl Leirvíksbygd.

 

 

Grein úr Sosialinum 8. august 2025

 

Sosialurin hevur verið á vitjan á Báta- og Listasavninum í Leirvík, og hetta er partur av einari røð, har vit komandi vikurnar vitja ymsu listasøvnini í Føroyum.

 

Geva innlit í listarliga umhvørvið í bygduni

 

– Endamálið við savninum er at geva bygdafólkunum innlit í listarliga umhvørvið og søguna, sum vit hava, greiðir Tummas E. Justinussen, sum er formaður í Báta- og Listasavninum í Leirvík, frá. Jóannis Kristiansen er ein av okkara heilt stóru føroysku listamálarum, og tí hevur hann ómetaliga stóran týdning fyri heimbygdina, og nógvir av hansara málningum eru nevniliga málaðir í Leirvík. Av somu orsøk hava vit tí eisini fleiri málningar við ymsum motivum úr Leirvíksbygd, og tí kunnu flest allir leirvíkingar seta seg í samband við motivini, ið eru at finna á savninum.

 

– Jóannis doyði í 1988, sum ikki er so øgiliga langt síðan, og tí eru tað fleiri í mínum ættarliði, sum minnast hann. Sjálvur minnist eg sera væl Jóannis; hann var jaligur av lyndi, og tað sæst eisini aftur í listini. Flest allir málningarnir hjá honum eru sera litríkir og lætthugaðir, tað er nakað mær dámar ómetaliga væl við honum. Mótvegis eitt nú Mikinesi, sum er kendur fyri síni døpru motiv og sorgarfullan boðskap, so haldi eg heilt avgjørt, at góða lyndið hjá Jóannisi er nakað, sum hevur sett dám á listina.

 

Á savninum hava vit málningar eftir Jóannisi, sum fevnir um eitt langt tíðarskeið - málningarnir stava frá fyrst í 1940’árunum og líka fram til 1987. Størsti parturin av teimum eru frá tíðarskeiðinum 1970-87, og hetta er eitt tíðarskeið, har Jóannis var sera produktivur at mála. Nakað, sum er serliga áhugavert, er, at tað finnast heilt fáir málningar, sum eru málaðir í 1950'árunum og í byrjani av 1960'árunum; helst hevur Jóannis ikki málað nógv í hesum tíðarskeiði. Nakað annað, sum eisini setir dám á savnið hjá okkum, er, at vit hava eina stóra savning av portrettmálningum. Jóannis Kristiansen var ein sera íðin portrettmálari, og vit eru eisini so heppin at hava fleiri góð sjálvsportrett av honum, sigur Tummas E. Justinussen.

 

##med2##

 

Nógvir søguligir bátar

 

Annað enn listasavnið, so rúma hølini eisini eitt bátasavn, har fleiri søguligir bátar, ið hava sterkt tilknýti til Leirvíksbygd verða sýndir fram. Teir bátarnir, sum eru partur av framsýningin, eru bygdir í Leirvík í sínari tíð, og flestu av teimum hava havt týdningarmiklan leiklut í útróðrinum í Íslandi.

 

Leirvíkingar hava nógv ár havt tætt samband við Eysturlandið, og sostatt eiga hesir bátarnir eisini lívsbreyðið í fleiri av teimum undanfarnu ættarliðunum í Leirvík. Endamálið er at geva eina livandi mynd av bygdarlívinum; serliga fyri tíðarskeiðið 1870-1945, tá ið sambandið við Eysturlandið í Íslandi hevði stóran týdning, har á hvørjum ári fóru millum 30-50 mans úr bygdini til Íslands.

 

Eisini er endamálið at fortelja søguna aftan fyri útróðurin í Leirvík, og hvussu okkara forfedrar hava búleikast og strýtt fyri føðina. Enntá fleiri av eftirkomarunum hava siglt við fiskiskipum í Íslandi, tí teir hava hoyrt so nógv um fiskiskapin frá teimum eldru. Við hesum hevur íslendski útróðurin havt so ómetaliga nógva ávirkan á Leirvíkingar, og sjálvur havi eg verið út við 40 ferðir í Íslandi, fortelur Tummas E. Justinussen.

 

##med3##

 

Førroya elsti róðrarbátur

 

– Í mai vóru vit so heppin at fáa 200 ára gamla bátin hjá syðrugøtumonnum, Hvanngarð, heim til Føroyar aftur, eftir at hann hevur verið í Noreg síðan 1938, tá ið syðrugøtumenn seldu hann. Hvanngarður er harvið Føroya elsti róðrarbátur, ið vit vita um, sigur Tummas E. Justinussen.

 

Báturin er eitt tíggjumannafar, og slíkir bátar hava ikki verið brúktir til nakran stórvegis útróður men heldur sum farma- og grindabátar. Tíggjumannafør hava verið sera óvanlig tá í tíðini; í 1903 sæst í eini skráseting, at bert 23 tíggjumannafør vóru skrásett, sum svarar til 1,5 prosent av øllum flotanum.

 

##med4##

 

Lat upp í ár 2000

 

Upprunaliga stavar savnið frá Osmundi Justinussen, sum lat upp fyri almenninginum í ár 2000, og síðan hevur Osmund latið savnið til Eysturkommunu.

 

Í savninum í dag eru gott 70 málningar tilsamans, og savnið eigur flest allar.

 

– Vit royna so líðandi at útbyggja og betra um savnið við at fáa og keypa fleiri málningar, men av tí at vit eru eitt alment savn, so hava vit ikki nógvar pengar til tess. Vit royna miðvíst at keypa málningar, ið eru av góðari góðsku og sum hoyra heima á einum savni, soleiðis almenningur kann fáa gleði av teimum, men hetta krevur pengar. Savnið hevur ikki nógvar inntøkur, og tí verða málningar, sum oftast keyptir við fíggjarligum stuðli frá ymsum felagsskapum. Í dag er Tummas E. Justinussen formaður, og saman við systrini, Elsebeth Tyril, sum er dagligur leiðari, reka tey savnið.

 

##med5##

Um Jóannis Kristiansen

 

Jóannis Kristiansen var føddur 12. februar 1918 í Leirvík. Hann var yngstur av fýra systkjum, og foreldrini vóru Svend Edvard K. og Inger Anne Christiansen. Mamman doyði, tá ið Jóannis bert var tvey ára gamal, og tí vaks upp hann saman við systkjunum hjá hálvsystir síni Amalie og manni hennara Garða Jógvan í Leirvík.

 

Listin hevur altíð havt stóran týdning hjá Jóannisi, og sum tannáringur málaði hann nógv. Longu sum 17 ára gamal flutti hann til Danmarkar at læra til bygningsmálara, og í 1944 kom hann á Kunstakademiið í Keypmannahavn - har møtti hann eitt nú Ingálvi av Reyni, ið eisini nam sær útbúgving innan list. Professari teirra var Aksel Jørgensen, og her lærdi Jóannis teir eyðkendu litirnar, sum síðan hava myndað list hansara.

 

Listin hjá Jóannisi ber nevniliga brá av impressionistiska ljósinum, har hann fangar skiftandi veðurløgini í føroysku náttúruni. Hann er serliga kendur fyri at brúka litirnar blátt, gult, grønt og hvítt, har fleiri av vetrarmotivunum eru blálig og hvít.

 

Tá ið Jóannis var liðugur á Kunstakademiinum í 1948, fór hann at arbeiða sum málarasveinur í Keypmannahavn. Tilknýtið hansara til Danmark gjørdist eisini enn sterkari, tá ið hann møtti Else Margrethe Bonke úr Hvidkilde á Lollandi, sum hann seinni giftist við í 1967, og tey vórðu búsitandi í Danmark, til hann doyði í 1988. Hóast hetta so ferðaðist Jóannis Kristiansen nógv til Føroyar, og sjálvt um hann búði í Danmark, málaði hann støðugt føroyska landslagið - serliga Leirvíksbygd - sum hevði heilt serligt pláss í listini og hjarta hansara.

 

##med6##

Upplatingartíðir

 

– Báta- og Listasavnið í Leirvík hevur eisini hølir, ið eru vælegnað til fyrilestrar, og tí skipa vit javnan fyri ymsum tiltøkum, sum øll kunnu luttaka til, sigur Tummas E. Justinussen.

 

Hesi høli kunnu eisini leigast eftir nærri avtalu. Savnið er opið mai, juni, juli og august mánadagin til hósdagi frá klokkan 13.00-16.00 Annars eftir avtalu.

 

Kostnaðurin er 75 krónur fyri vaksin og 25 krónur fyri børn; við størri bólkum, er kostnaðurin 50 krónur fyri hvønn leggur Tummas E. Justinussen afturat.

 

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##