Jóansøkuappróður vístur á stórskíggja í Vágsbotni

Tey, sum ikki fara suður á jóansøku, hava í dag møguleikan at síggja kappróðurin beinleiðis á stórskíggja við Trappuna í Vágsbotni

Í dag verður triði FM-róður í summar, hesa ferð á jóansøku í Vági. 

Nógv fólk ætla sær ivaleyst suður til Vágs at halda jóansøku, men tey, sum ikki kunnu fara suður, hava nú møguleikan at síggja kappróðurin beinleiðis á stórskíggja við Trappuna í Vágsbotni. Tað skrivar Tórshavnar kommuna.

Tvær tær fyrstu FM-stevnurnar hava víst, at vit hava eitt spennandi róðrarár í væntu, ikki minst hjá 10-mannaførunum, har Havnarbáturin og Ormurin Langi higartil hava vunnið hvør sín róður.

Men eisini í fleiri av hinum róðrunum hava vit fingið ymiskar vinnarar higartil í kappingini, so lagt er upp til ein javnan og spennandi kappróður í summar.

Í sambandi við, at kappróður verður vístur, verða vegirnir til og úr Vágsbotni stongdir millum 14.30 til 18.30.