Jobin nýtt felag

- Ein løtt avgerð, sigur Jobin Drangastein

Jobin Drangastein hevur skift aftur til AB, eftir at hann í farnu viku gavst í Víkingi, ið hann skifti til í vetrarsteðginum.

 

- Fyri meg var hettar ein løtt avgerð at taka um at koma út á Argir aftur. Eg eri uppvaksin í felagnum og vil sjálvandi gera alt eg kann til at vit áhaldandi spæla í fremstu deildini í komandi kappingarári, sigur Jobin Drangastein við ab.fo.

 

Flytingarvindeyga opnar aftur 15 juni, so Jobin sleppur ikki at verða á vøllinum fyrr enn tá, men byrjar at venja aftur við AB liðnum komandi mánadag. Jobin er væl kendur í felagnum og hevur spælt fótbólt fyri AB mestsum øll árini.

 

- Eg havi verið glaður fyri mína tíð hjá Víkingi, men tað vóru tó nøkur ting sum gjørdu at eg tók avgerð um at gevast har. Ov lítil spælitíð á vøllinum var eitt, og eisini var fjarstøðan at skula koyra norður at venja og samstundið passa fulltíðarstarv í Tórshavn vóru við til at gera sítt, sigur Jobin Drangastein.

 

- So skjott vit hoyrdu at Jobin var givin í Víkingi, settu vit okkum i samband vid hann um at koma heimaftur. Vit eru glaðir fyri at hann hevur tikið hesa avgerð, sigur Thomas Juul S. Thomsen, ítróttarstjóri í AB.