Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur á tíðindafundi í dag gjørt viðmerkingar til deyða russiska andstøðingin, Aleksej Navalnyj.
- Eg eri ikki ovfarin, men sintur, segði forsetin.
Í dag hevur fongslið, har 47 ára gamli andstøðingurin hevur sitið, boðað frá, at maðurin er deyður.
Joe Biden sigur, at eingin ivi er um, at andstøðupolitikarin er deyður, og at tað eru Putin og Russland, sum eru orsøkin.
- Vladimir Putin hevur ábyrgdina av, at Aleksej Navalnyj er deyður. Søgan er hin sama. Hetta verður ongantíð gloymt, segði forsetin.
Amerikanski forsetin sendir sína samkenslu til familjuna, hjálparfólkini og viðhaldsfólkini hjá andstøðinginum.
- Gud vælsignið, Aleksej Navalny, segði Joe Biden á tíðindafundinum í dag.