SÍ er føroyameistari í flogbólti, 1. deild, menn, Tað er greitt eftir dystin í dag, har SÍ vann greitt á Fleyr. SÍ vann dystin 3-0 við settúrslitunum 25-16, 25-18 og 25-22.
Hóast eitt umfar er eftir, er longu greitt, at SÍ er vinnari av 1. deild, menn, annað árið á rað.
- Á liðnum eru ungir raskir, sterkir og kvikir menn - og eisini eldri meira royndir og umhugsnir menn. Í aldri hava vit í vetur verið úr 15 upp til 47 ár.
Tað skrivar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, á sínari facebook-síðu í dag. Jørgen er við á 1. deildarliðnum hjá SÍ, sum í dag tryggjaði sær FM-heitið.