Vinnufyritøkan, Faroe Origin, sum seinastu mánaðirnar hevur gjørt ábøtur á virkið og sett nýggjar maskinur upp, byrjaði saltfiskaframleiðslu á fyrrverandi Nyki á Toftum í gjár.
Felagið hevur átt saltfiskavirkið síðani 2011, men í trý ár hevur saltfiskavirkið Vaðhorn Seafood á Strondum leigað virkið. Leigusáttmálin gekk út 1. september 2014 og varð ikki longdur.
Í seinastuni hevur verið søkt eftir arbeiðsfólki, og tað vóru fleir, sumi søktu - og væl fleiri, enn brúk er fyri í byrjanini.
Jens Pauli Petersen, stjóri, sigur, at teir frá byrjan vilja hava stýr á øllum, og tí verður lagt varliga út. Nú virksemið byrjaði í gjár, vóru níggju fólk biðin um at koma til arbeiðis.
Umframt at ymiskar ábøtur eru gjørdar á virkið, hevur felagið eisini útvegað sær nýggja flakamaskinu og eina nýggja saltsproytu, sum eisini kølir saltlakan. Hendan saltsproytan er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum.
Tað var Jógvan I. Olsen, fyrrverandi løgtings-og landsstýrismaður og virkin vinnulívsmaður gjøgnum mong ár, sum legði fyrsta fiskin í maskinuna í gjár.
Jógvan var í mong ár nevndarformaður í Nyki, og hann var eisini ein av primusmotorunum fyri at fáa fiskavirki og skip til bygdar. Hann er ikki maðurin, sum veipar við ørmunum ella reypar við orðum, men hann hevur gjøgnum árini lagt nógva orku í vinnuvirksemi í síni heimbygd.
Faroe Origin eigur fleiri skip, og saltfiskavirkið á Toftum fer eitt nú at framleiða fisk frá hesum skipum. Í eini roynd at útvega virkinum meira rávøru til virkingar, fer Høgiklettur í næstum til Noregs eftir feskum Lofotum-toski, sum teir fara at føra heim í kølitangum.
- Hetta er í samstarvi við Høvdavirkið í Leirvík, sum á henda hátt útvegar sær toskarhøvd til turkingar, veit heimasíðan hjá Nes kommunu at siga.
Á myndini, sum Nes kommuna eigur, eru tað feðgarnir, Jógvan Ingvard Olsen og Anfinnur Olsen.