Jógvan Martin vil ikki síggja gávur

AB roknar tað sum gott úrslit, um tað seinnapartin fer at eydnast at røkka javnleiki í Fuglafirði

At tapa í Gundadali ímóti meistarunum í B36 í fyrsta umfari er ikki nøkur skandala. Tað munnu tey flestu av hinum eisini fara at gera. At úrslitið gjørdist 4-1 tap var einki serligt hjá ÍF, sum nú hevur møguleika at reisa seg á heimavølli ímóti AB.

At Poul N. Mikkelsen, sum er ætlaður stóran leiklut í miðverjuni, er plágaður av skaða, kemur illa við.

-Um vit geva gávur burtur, sum vit gjørdu í Gundadali, so tapa vit fótbóltsdystir. Vit ræðast ongan, og á heimavølli skulu vit vinna fulla úrtøku, um møguleiki skal vera fyri at kappast har, sum vit ætla okkum at vera, sigur ÍF venjarin Jógvan Martin Olsen.

Nýggi málverjin, Oliver Korch, noyddist skaddur av vøllinum í Gundadali. Hann var fyrstu ferð aftur til venjingar í hóskvøldið. So fæst at síggja, um tað verður hann ella Hallgrímur G. Hansen, sum seinnapartin fer at verja málið ímóti AB.

Umframt Poul Nolsøe Mikkelsen er Dánjal Pauli Højgaard skaddur.

Argjamenn hava bara einaferð vunnið fulla úrtøku í Fuglafirði – 4-1 í 2014.

Málið hjá AB er at vinna fulla úrtøku á heimavølli. At tað ikki eydnaðist ímóti uppflytarunum í B68 kendist vera stórt vónbrot, men eitt stig var betri enn einki, heldur AB venjarin, Trygvi Mortensen, sum verður nøgdur, um tað eydnast at vinna eitt stig í Fuglafirði:

-Tað verður heimaliðið, sum fer at mynda spælið. Hjá okkum ræður um at vera væl skipaðir í verjuni og at taka av, tá ið vit fáa møguleikar. Ímóti B68 høvdu vit hálvar møguleikar, sum vit ikki fingu úrtøku burturúr.

Fleiri AB spælarar hava verið og eru skaðadarvaðir: Gert Drangastein og Gunnar Haraldsen eru framvegis skaddir, og Símun Samuelsen og Kári Nielsen eru farnir at venja aftur fyri nøkrum døgum síðani.