– Tað eru ikki kommunurnar, men Annika Olsen, landsstýriskvinna, sum er skurkurin í eldramálinum.
Tað sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu í viðmerking, hann hevur sent miðlunum.
Rættilig ósemja hevur tikið seg upp ímillum kommunurnar og landið um, at Annika Olsen ætlar at hvørt øki í landinum skal hava eina felags upptøkunevnd, so at tað vera tey, sum hava størst tørv, sum sleppa fyrst á røktarheim og sambýli, sama, hvør kommuna eigur og hevur goldið heimini.
Tó skulu borgarar í eigarakommununum hava framíhjárætt og verða fólk úr øðrum kommununum tikin inn, skulu avvarðandi kommunur rinda fyri tey.
– Kommunurnar skulu ikki lastast fyri óskilið á eldraøkinum. Kommunurnar hava av øllum alvi roynt at loyst málið, men eru møttar við arogansu, illvilja og mótvilja til øll skilagóð uppskot til eina góða og virðiliga loysn fyri okkara eldru borgarar, sum hava tørv á røkt. Tað hevur verið »my way, or the highway« allan vegin ígjøgnum. Dropin fyri kommunurnar er nýggja kunngerðin um felags upptøkunevndir, sigur Jóhan Christiansen.
Hann vísir á, at tað er landið sum hevur gjørt sparingar á eldraøkinum, so eldru borgararnir ikki fáa ta tænastu, sum tey hava rætt til. Ikki kommunurnar.
– Tað er landið sum hevur niðurpínt heimatænastuna til onki, og ikki kommunurnar. Tað er landið, ið noktar at játta tað sum tað kostar at opna øll røktarheimsplássini, sum kommunurnar hava latið bygt, og ikki kommunurnar. Og soleiðis kundi eg hildið áfram, sigur hann.
Hann heldur ikki, at kunngerðin um felags upptøkunevndir fer at loysa trupulleikan á eldraøkinum.
– Tvørtur ímóti. Hon skapar øsing og setir kílar millum land og kommunur, og vandi er eisini fyri, at hon fer at seta kílar í millum kommunurnar. Tað er long prógvað í fjølmiðlunum. Hendan kunngerðin hevur verið ávegis í fleiri ár. Kommunurnar hava alla tíðina víst á, at hendan kunngerðin fer ikki at loysa nakra avbjóðing á eldraøkinum, men bert skapa øsing og misstrivna. Undanfarin landsstýrisfólk hava tikið hetta til eftirtektar og latið vera við at lýst kunngerðina. Men ikki Annika Olsen. Hon hevur sett kunngerðina í gildi, hóast allar atfinninganar. Tað hevur hon sum landsstýriskvinna mandat til, og ta mandatið hevur hon nýtt. Men so má hon eisini taka avleiðinganar, sigur Jóhan Christiansen.
Hann staðfetir, at verður kunngerðin sett í gildi skal landsstýriskvinnan bara skal fara undir eina tilgongd at taka alt eldraøkið inn aftur til landið.
Men hon má sjálvandi rinda kommununum endurgjald fyri tær útreiðslur tær hava havt av at tikið um endan, har landið hevur svikið, sigur hann.
Lesið alla viðmerking hansara VIÐ AT TRÝSTA HER