Johan er sonur kenda havnarmannin, Eli, sum eisini starvaðist sum kajfúti, og Honnu, sum var ættað úr Klaksvík. Johan er elstur av teimum 7 børnunum hjá Eli og Honnu, og vaks hann upp í einum góðum heimi á Dalavegnum.
Í teimum trongu og hørðu tíðunum í 1950-unum fór Johan longu blaðungur í vinnu. Sum elstur av 7 syskjum lærdi hann longu tíðliga í lívinum at taka ábyrgd. Fyrst var hann ørindadrongur hjá P/F Poul Hansen, og longu 15 ára gamal í 1958 fór hann til skips við "Bresti". Í 1961 skifti Johan hýru og fór við "Hoyvíkingi". Í 1964 fór Johan uppá stýrimansskúla, og eftir lokið prógv í 1966 fór hann aftur við "Hoyvíkingi", til hann í 1969 fór at ganga til skipsførara. Sama árið giftist hann við Hjørdis, ið er ættað úr Fuglafirði.
1970 kom at verða eitt spennandi og umskiftiligt ár fyri Johan og konuna Hjørdis. Hetta árið fluttu tey inn í snotuligu húsini á Miðrás 4 við Frælsið í Havn, fyrstføddi sonurin, Eli, varð føddur, og Johan fekk skipsføraraprógv. Stutt eftir at alt hetta var farið aftur um, bleiv Johan uppringdur av sváginum og vinmanninum, Árna Simonsen, sum bað hann koma við sær sum stýrimaður við á "Fuglfirðingi". Her vóru teir í mongum vasi í Norðsjónum. Ofta vóru teir inni í Lerwick, og har plagdu teir at keypa okkum heimafólkum okkurt gott.
Árni tók mangan til orðini: "Eg kenni ongan mann, sum kom so skjótt eftir trolinum sum Johan, tað var heilt fantastiskt!". Hetta sigur ikki so lítið um góðu arbeiðsevnini hjá Johan!
Tá Árni fór til Grønlands í 1975 at føra trolarar hjá KGH varð Johan biðin at føra "Fuglfirðing", og gjørdi hann hetta fram til 1983.
Tá føldi Johan, at tíðin var búgvin at royna okkurt nýtt. Í januar 1984 bleiv Johan settur í starv sum kajfúti hjá Tórshavnar Havn, har hann starvast enn, og gongur hann soleiðis í sporum pápa síns, Eli.
Johan er javnan á sjónum, hann loðsar mong útlendsk før, harímillum snotulig ferðamannaskip. Johan hevur knýtt vinarbond við mangar útlendingar gjøgnum sítt væl avgreidda virki, sum loðsur. Mangt eitt summarið hevur Johan eisini verið í bæði Vestur- og Eystur-Grønlandi við "Vitanum" og "Sandfrakt" hjá P/F Sandgrevstri í Fuglafirði. Johan hevur enntá verið heilt í Angmagsalik í Eystur-Grønlandi.
Eitt samljóð er millum øll fólk, ið kenna Johan, bæði landkrabbar og sjómenn, at fittari og hjálpsamari fólk, enn Johan finst ikki. Umframt at vera samvitskufullur og eitt arbeiðsgrev hevur hann altíð verið fyrstur við tí hjálpandi hondini og uggandi orðinum. Vit sum koma frá heimum, ið hava merkt harða sviðan av lívinum eru mangan sloppin at ásanna, at Johan var ein góður vinur at heita á, tá á stóð.
Ikki hevur altíð verið viðrák á sjónum, men við sínum áræði og stillu gudstrúgv hevur Johan megnað at stýrt lívsskútuni gjøgnum vandasjógvar. Við hansara lið í skjótt 34 ár hevur verið konan Hjørdis, og saman hava tey skapt eina fjálga borg á Miðrás 4, har mangir gestir, bæði útlendskir og føroyskir, hava notið stóran blíðskap. Johan er eisini tiltikin góður kokkur, døgurðabitarnir hann hevur borðreitt við millum ár og dag, eru víða gitnir. Vit fara at ynskja Johan og Hjørdis, børnunum Eli, Elsu Mariu, Jóhan Martin og abbasoninum Christian alt tað besta í framtíðini og Harrans ríku signing. Hjartaliga tillukku við degnum.
Vinir og familja