Johan: Eg skal berast út

Stríðið millum Búnaðarstovuna og Johan Dalsgaard og hini, sum búgva á garðinum í Fámará, harðnaði enn meira hesa vikuna, tá Johan Dalsgaard enn einafarð noktaði at fylgja boðunum um at flyta av garðinum. Hesaferð stóðu umboð fyri Búnaðarstovuna í hurðini, men boðini sum tey fingu vóru, at tey kundu tosa við sakføraran hjá Johan, og so varð hurðin latin aftur.

Búnaðarstovan hevur síðani vent sær til Fútarættin, og biðið hann syrgt fyri, at garðurin verður tømdur fyri fólk og fæ, so at nýggi festarin kann flyta inn. Men Johan Dalsgaard hevur ikki mist vónina enn. Við Portalin sigur hann, at hann saman við sakførara sínum hevur spurt Fútarættin, um teir ikki kunnu sleppa at greiða frá sínari støðu, áðrenn endalig avgerð verður tikin.

-Eg gangi út frá, at hendan umbøn verður gingin okkum á møti, sigur Johan Dalsgard.

Spurdur um, hvat ið hendir, um Fútarætturin kemur til ta niðurstøðu, at hann skal flyta út her og nú, sigur Johan Dalsgaard, at so mugu tey bera seg út.

-Eg ætli ikki at gera mótstøðu sum so, men eg fari ikki at ganga út á mínum egnu beinum, sigur ein avgjørdur Johan Dalsgaard.

DJÓRINI

Seinastu dagarnar hava Rakul og Johan Dalsgaard sent nøkur av djórunum, sum eru á garðinum í Fámará, til Havnar. Tey vilja ikki, at djórini skulu líða, og í dag hava tey arbeitt víðari við at fáa øll djórini vekk frá garðinum. Í løtuni eru hønur, dunnur, ein gás, ein kalkun, nakrar kettir og kálvar eftir, men hesi fara væntandi norðureftir í hesi vikuni.