Johan fer við »den røde djævel«

Nú byrjar krígssiglingin hjá Johan Norðfoss. Han fær seg eisini rættiligan royndan, tí hann fer at sigla við »den røde djævel«,

som eisini livir upp til navnið

4. partur

 

Seinasti partur endaði við, at eg var við til at ansa eftir týskarum í varðhaldi. Tá ið teir knappliga fóru av landinum, mátti eg finna annað arbeiði. Eg fór so aftur at lossa og gera annað fyrifallandi arbeiði á keiini.

Eg var tískil á keiini, tá ið bretar komu í land í Havn í samband við hersetingina av Føroyum í 1940. Danmark var jú hersett 9. apríl. Hetta var ein rættiligur hvøkk­ur, eisini í Føroyum, tí eing­­in hevði roknað við hesum, ser­­liga við tí ikki-álopssáttmála, sum var gjørdur millum Týskland og Danmark. Men hetta skapti eisini eina óvissu um, hvat ið fór at henda við Føroyum. Mundu týsk­ar­ar vera á veg hendan vegin eisini? Hetta var prátið millum manna.

Á morgni 11. apríl var eitt bret­skt kanningarflogfar yvir Havn­ini og helt so suðureftir. Hendan dag bar bretska útvarpið BBC tey tíðindi, at Churchill hevði sagt í parlamentinum, at nú ráddi um hjá bretum at vera undan týskarum at taka Føroyar, so bíðað var nú spenningi eftir hesum.

Einki var hent við uppfaringartíð tann 12. apríl. Men stutt eftir middag komu tvey stór grá skip inn um Borðuna við stórari ferð og stevndu móti Havnini. Tá ið tey nærkaðust sást, at hetta vóru tveir bretskir oyðarar. Tá lætnaði um mangt hjarta, at tað ikki var týskurin sum var komin.

Oyðararnir løgdu seg fyri akker kl. 12.30. Skjótt var bátur settur út og fólk fór umborð á svensku og donsku skipini á vánni.

Kl. 13.30 kom bátur í land við tveimum yvirmonnum. Teir koma uppá land á trappuni undir keikioskini. So at siga einki fólk var statt har, men sum tað er alment kent, fór Andreas Ziska ímóti teimum og beyð teimum vælkomnar. Men hann segði, at hann saman við nógvum øðrum vildu, at føroyingar sjálvir skuldu ráða í Føroyum.

Yvirmenninir fara á fund við løgtingsformannin Kristian Djur­huus og amtmannin Hilbert, har sagt varð frá bretsku ætlanini at hertaka Føroyar. Her var so heldur einki at gera uttan at góðkenna hesa støðu.

Um fimm tíðina fóru oyðararnir avstað aftur, men nú vóru vaktar­skip sædd at sigla millum Borð­una og Kirkjubønes. Sama dag varð boðað frá myrkalegging í Havn og á Argjum.

 

Bretarnir koma

Í lýsingini dagin eftir tann 13. apríl sóust tveir vápnaðir trol­arar liggjandi fyri akker sum vakt­ar­skip. Alt arbeiði gekk sum vant, men tað var fjáltur á fólki.

Klokkuni leið at trý, tá ið nøkur grá skip komu í eygsjón sunnan fyri Borðuna. Tað vísti seg at vera ein krússari, tveir oyðarar og tveir vápnaðir trolarar. Skipini stevna øll móti Havnarvág, har krússararnir og báðir trolararnir leggja stilt, meðan oyðararnir fara at sigla oman og niðan gjøgn­um fjørðin at ansa eftir og forða fyri møguligum týskum álopum.

Krússarin var Suffolk. Hann var 10.000 tons og var eitt av teimum miðalstóru herskipunum í bretska flotanum. Hann hevði átta kanónir, loftverjukanónir og kundi skjóta átta torpedoir. Skjótt eftir var ein motorbátur við sjey monnum settur út og sigldi inn til kaiina. Her kom Sandall oberstur uppá land, og hann fór við nýggja bretska konslinum Mason og einum yvirmanni frá Royal Marines á fund við amtmannin og løgtingsformannin at fáa tað seinasta uppá pláss.

Meðan hetta gekk fyri seg, høvdu báðir trolararnir lagt at borði hjá krússaranum og fingið teir umleið 250 hermenninar, sum vóru úr Royal Marines, um­­borð við viðføri og útgerð. Síðan varð lagt at landi. Førning­ur­in var skipaður uppá kaiina, fylt­ur uppí kolabilar hjá Valdemar Lützen og koyrdur niðan í býin, meðan herdeildin fór taktfast marsjerandi og syngjandi heim eftir keiini til tilhald síni. sum millum annað var í Sjónleikarhúsinum.

Kl. 20 var alt komið til høldar.

Tað mesta av ungfólkinum í Havn var á keiini hendan dag­in. Nú fekst at síggja, at hetta við krígnum var álvari. Framman­undan høvdu fólk fylgt við í bløðum og útlendskum útvarpi, men nú gekk sjón fyri søgn, at tað var kríggj. Tey flestu høvdu ikki sæð vápnaðar menn fyrr. Tað vóru eisini blandaðar kenslur millum fólk. Tað vóru ikki so heilt fá í Føroyum sum vóru hugtikin av Týsklandi. Men tá vistu fólk heldur ikki til fulnar, hvussu ræðulig nasisman var.

 

Fyrstu donsku flóttarfólkini

Kríggið broytti nógv. Tað vóru nógv handilsslip sum komu og fóru. Tað vóru eisini føroyingar, sum fóru at sigla við hesum skipum.

Kríggið broytti eisini nógv hjá manningunum á donskum skipum. Tær skuldu nú velja millum, um tær framvegis vildu sigla undir donskum flaggi og harvið týskum eftirliti, ella um manningin vildi sigla fyri teir sameindu. Tað vóru heilt nógv donsk skip við mann­ing, sum valdu hetta seinna. Nógvir teirra umkomust. Hini sluppu ikki heim aftur fyrr enn fimm ár seinni.

Hetta merkist eisini í Føroyum. Eitt av donsku skipunum, sum komu á Havnina 9. apríl, var skip­ið hjá ØK »Amerika«. Her mynstr­aðu 11 av manningini av. Onkrir av teimum búsettust her fyri lívið. Dømi um hesar vóru Eivind Binderup og Børge Due Sørensen, sum gjørdust kendir føroyingar.

Due Sørensen fór í 1943 sjálv­­boðin í bretska herskipa­flot­an, har hann sigldi við einum minu­sópara, sum fyrst í juni 1944 reins­aði leiðina fram við fronsku strondina fyri minur, áðrenn teir sameindu framdu innrásina. Fyri hetta fekk hann eisini medalju.

Hersetingin skapti eisini nógv arbeiði við at gera barakkir og tílíkt fyri bretar. Tað kom eg eisini seinni at gera.

 

Den røde djævel

Eg kendi væl teir donsku sokall­aðu »grønu bátarnar«, sum vóru kallaðir Mac Kensie, Iceland, Yukun, Immanuel, Annie og L.A. Madsen, seinni kendur í Før­oy­um sum Árnanes, Iceland og England/Vestland.

Annie fekk eina ringa lagnu. Hon hvarv og varð seinni funnin á sandinum í Meðallandsbuktini. Báturin hevði ankrað og var rikin á land. Manningin sjólátst. Ein føroyingur var við, og tað var Eli Egholm.

Ein dagin kemur Hanneboyggi, Johan Johansen av Skála, til mín og sigur: »Tú Johan, tú hevur verið í snurrivod«. Tað var Vestland, sum manglaði ein mann. Teir vóru seks mans og vildu gjarna hava ein sjeynda mann við.

Í kjallaranum á sjómansheim­i­num var ein kjøtbúð, har ein tarv­ur hekk uttanfyri, og sum kall­aðist Esbjerg. Hans Danielsen av Argjum hevði hana tá. Jens Reinert hevði havt hesa kjøtbúð, men hann var farin til Canada. Tá Jens kom aftur úr Canada seinni yvirtók hann handilin aftur.

Hesin danski báturin var á veg til Íslands, og hann hevði ísað kjøt við til Kjøtbúðina.

Hetta vóru so fínir bátar, reinir og snøggir, ikki minst samanborið við føroysku sluppirnar. Teir vóru grønir og vakurt málaðir. So fór eg at hyggja at bátinum, og mær dámdi hann væl. Eg sá, at hann var undir enskum flaggi og merktur til London.

Tá ið eg hevði verið við Hjalm­ar, hevði eg verið saman við dansk­arunum, so eg hevði nakrar royndir at tosa danskt, enntá jútskt.

Danirnir vóru fyri so vítt eisini interneraðir. Teir vóru farnir frá Danmark til Bretlands í apríl sum vanligt. Her plagdu teir at fiska til september ella oktober. Teir landaðu í Grimsby, og fóru so aftur til Danmarkar. Millum danskar fiskimenn vóru hesir roknaðir fyri at vera toppurin av fiskimonnum. Men sum støðan var blivin við hersetingini av Danmark, máttu teir skifta flagg og heimstað og sluppu so heldur ikki aftur til Danmarkar. Men nú skuldu teir so hava sína vanligu sesong. Tað sama var við nógvum øðrum donskum fiskibátum. Tað vóru eisini nógvir danskir fiskimenn, sum blivu verandi í Grimsby eftir kríggið.

 

Enntá WC umborð

Eg fór avstað við Vestland tann 10. mai til Íslands. Tá ið eg kom umborð á Vestland kendist hetta sum at koma umborð á eitt flott skip. Har var wc, sum var púra ókent við sluppunum, tá bert ein spann ella kanska bert sjálv lúnningin varð brúkt til enda­mál­ið. Har var eisini heitt vatn at vaska sær við. Tað var líka ókent.

Tá ið vit sigldu norður gjøgnum Vestmannasund, spurdi eg eftir »den røde djævel«, hvørs rætta navn var Einar Thygesen. Hann var kallaður so, tí hann var so reyður í andlitinum. Eg hevði hoyrt um hann, og at hann var mettur at vera ein av teimum bestu fiskiskiparunum hjá dønum. Eg visti, at hann hevði fingið ein nýggjan bát, sum kallaðist England.

So spyrji eg ein av manningini: »Hvar er England?«. »Hetta er England,« sigur hann. Hann hevði skift navn og æt nú Vestland. »Hvar er so »den røde?«. »Tað er hann, sum stendur har í stýri­hús­unum!«. Eg var líka við at leypa á sjógv av tí, sum eg hevði hoyrt um hann. Hann var kendur fyri at vera harður sum ber ólukkan.

Eg vil eisini siga, at hann var ein harður hálsur, men royndirnar seinni vístu, at hann var ikki brutalur við fólkið. Men hann kundi standa í minuttir og lesa eiðirnar fyri sær. Hetta virkaði sera ógvusligt.

Eg føldi meg ikki væl at byrja við, men tá vit so komu til fisk­a­­rí, hevði eg tann fyrimun, at eg hevði verið til slíka veiðu framm­anundan.

Johan var kokkur, men eg hjálpti honum. Okkurt var sum eg dugdi, og sum hann ikki var so góður til.

Tískil komu vit báðir at býta kokkaløn og dekkaraløn okkara millum. Tað, vit fingu, var 1% í part av brutto og tveir pensar av pundinum, sum vit seldu fyri. Tað gekk fínt. Eg kláraði meg væl millum teir og visti, hvat tað snúði seg um.

 

Kakan spruttaði

Kokkurin spurdi meg ein dagin, hvussu hann kundi gera eina sandkaku. Jú, eg greiddi honum frá, at hann skuldi hava sukur, egg, margarin o.s.fr. Tað skuldi vera líka nógv í av øllum, so tað skuldi ikki verið so trupult. Tá vit so koma niður aftur at fáa drekka er kakan á borðinum. Tá skorið verður í hana, hevur hon hug til at sprutta. Tá hevði kokkurin gloymt at koyra mjøl í! Eg gekk út frá sum givið, at hann visti, at mjøl skuldi í eina kaku!

Seinastu vaktina á morgni plagdi eg at gera morgunmat við heitum rundstykkjum. Eg purraði út, og tá eg hevði gjørt hetta fór eg á dekkið. Eg var sjeyndi maður og hevði hetta arbeiðið fram í hjá.

Kokkurin fór í land eftir nøkrum túrum, og Hans Pauli Danielsen bleiv kokkur. Hann var sonur Dán­jal á Hvítanesi. Hann var gift­­ur við Petru, f. Mikkelsen úr Syðrugøtu. Hans Pauli var ein fínur kokkur.

Vit snurraðu og fiskaðu við Vestmannaoyggjarnar, í Með­a­l­ands­buktini, við Ingolfshøvda, við Pappoynna, í Vopnafjørðin, rundan um Langanes og upp eftir Norðlandinum.

Vit fingu nógvan fisk og fyltu bátin hvørja ferð. Tað varð eisini drivið á, nærum sama hvussu veðrið var. Tað var heldur eingin tíð at spilla. Frá tí fiskaríið byrj­aði, og til tað skuldi siglast til markna, mátti ikki ganga meira enn 10 dagar.

Tað var eisini skjótt, at vit fingu fult skip. »Røde« var ein rættiligur fiskimaður. Tá ið tíðin var farin fóru vit til Grimsby at landa.

 

Stungu av frá bretskum herskipi

Vit sluppu undan vandamiklum hendingum. Ein hending var tó minnilig. Tað var kolasvart at sigla. Alt var myrkalagt, og skipini skuldu heldur ikki hava so frægt sum lanternurnar tendraðar. Vit koma tøffandi niður móti Flem­­­burgh head. Hetta er beint áðrenn Humberánna, har teir stóru fiski­­­vinnu­býirnir Grimsby og Hull liggja.

Beint, sum vit sigla, verður ein ljóskastari settur á okkum. Hetta vísti seg at vera ein bretskur armeraður trolari. Hetta var ein av teimum trolarum, sum bretar høvdu tikið til krígstænastu, tí tørvur var á skipum í herflotanum.

Tað var so myrkt, so vit sóu júst silhuettina av trolaranum. Vit fingu so boð um at leggja stilt. Vit sóu nærum einki, uttan at menn stóðu við maskinbyrsu. Skiparin skilti so illa enskt. Hann fekk ikki rættuliga við, hvat hetta snúi seg um. Tað var eitt sindur av rulli, men hampiliga gott veður. Eina ferð letur i skiparanum: »Dette her gider jeg sgu ikke«. So fór hann inn í stýrhúsið og setti fulla ferð á. Tá hendi nakað! Vit høvdu ikki meira enn fingið ferð á bátin, tá kom trolarin uppá síðuna av okkum í fullari ferð. Vit sóu hann ikki, fyrr enn hann var beint uppá síðuna av okkum. Teir blakaðu fleiri dregg inn á dekkið, og hálaðu okkum inn at síðuni á teimum. Teir góvu boð at steðga skipinum, og tá sá »reyði«, at hetta var álvari. Tað komu átta mans inn á dekkið við bajonet og allari útgerð. Vit fingu boð um at koma uppá dekkið og fingu bajonettir settar móti bringuni. Tá byrjaðu vit at síggja, at tað var kríggj. Hetta høvdu vit ikki sæð so nógv til frammanundan.

Bretarnir vildu sjálvsagt síggja øll pappír hjá skipinum. Vit søgdu sum var, at vit vóru eitt fiskiskip á veg úr Íslandi til markna. So komu teir umborð við jarnstongum, sum teir steytaðu niður í lastina at vita, um nakað illgrunasamt var at finna. Teir lýstu eftir numm­ar­i­num, og sóu, at tað stóð LO, fyri London, á bógnum. Eisini flaggaðu vit við einum bretskum vimpli á afturmastrini.

Skiparin fekk at vita, at hann skuldu lystra ordrar eina aðru ferð. Tað skuldi eingin spurningur vera um tað.

 

Skip søkt av minum

Vit sluppu so leysir og hildu á at sigla. Tá ið vit tá komu niðan eftir Humberánni, sóu vit fleiri jarnskip, sum vóru søkt. Hetta var fyrstu ferð, at týskarar nýttu tær magnetisku minurnar. Tær vóru blakaðar á sjógv av flogførum, og »lupu á« tað, sum var av jarni. Minurnar vóru ikki størri enn fót­bóltar. Eina ferð, eg seinni við Normanner, hevði útkikk taldi eg 17 ella 18 av hesum minunum.

Men hesar minur gjørdu so ikki træskipum nakað. Men tað var nokk so skjótt, at bret­ar funnu útav at leggja ein anti­­magn­et­isk­an kápul um jarn­skipini, so hesin vandin kundi fyribyrgjast.

Tað vóru tískil tvey sløg av min­­um. Týskarar nýttu hesar min­urnar, sum »bert« sprongdu hol á skipið.

Bretar løgdu eitt annað slag av minum, sum vóru nógv størri. Tær vóru ankraðar í minubeltum, sum skipini skuldu halda seg uttanfyri. Rendu tey kortini á eina slíka minu, kundi hon sprongja skipið í luftina, og tá var ofta ikki bøn hjá manningini. Tað vóru hesar minur, sum kostaðu føroyingum fleiri skip og mannalív.

 

Veddaðu um salgið

Eg minnist, at vit plagdu at vedda um, hvussu nógv vit fóru at fáa fyri lastina. Vestland hevði gjørt ein so sera góðan túr árið frammanundan. Tá hevði hann selt fyri 1.400 pund, og var hetta sera nógv. Sjálvur var eg ikki vanur við slík tøl. Vit vóru vanir at selja fyri eini 200 pund, tá ið eg sigldi við Hjalmar, og tá var tað gott. Onkur skjeyt uppá 1.500 pund, onkur annar tordi at fara uppá 2.000 pund. So segði onkur triði, at vit munnu fara at selja fyri 2.500 pund. Tá svór og bannaði skiparin við, at hetta fór so ikki at henda. Úrslitið gjørdist, at vit seldu fyri 2.600 pund, og hetta var ein øgiligur túrur. Hetta var eins nógv, sum nógv størri føroysk skip plagdu at selja fyri fyrst undir krígnum.

Eg fekk kr. 500 bert fyri hendan túrin, sum vardi einar 3 vikur. Til sammetingar hevði eg forvunnið 900 kr. alt árið 1939 við Thurid.

 

Bumbaðir í átta av 10 døgum

Vit koma so inn til Grimsby og liggja her í 10 dagar. Menninir vistu ikki, um teir skuldu fara avstað aftur. Hetta var fyrsti túrur, síðan hersetingina av Danmark. Teir høvdu einki samband heim til Danmarkar. Ei heldur høvdu teir nakað heim at vera í, og máttu búgva umborð. Alt var so óvist hjá teimum.

Vit fingu so boð frá umboðs­manninum, at vit skuldu vera umborð tann 10. dagin eina ávísa klokkutíð. Tá høvdu teir orðnað at taka ís og útgerð.

Av hesum 10 døgum vit vóru inni, bumbaðu týskarar í átta dagar. 30 fólk vórðu dripin og 160 vóru særd. Teir bumbaðu eisini í Hull nærindis, og har varð mun­andi meira bumbað og fleiri fólk doyðu. Millum annað varð danska sjómanskirkjan í Hull bumbað, soleiðis sum vit greiddu frá í fjør í samrøðu við Harry Wil­son, giftur við føroysku Honnu Apol.

Grimsby hevði verið bumbaður frammanundan eisini. Hetta sóu vit, tá ið vit fóru í land, og vit gingu framvið toftunum av bumb­aðum bygningum. Grimsby var ikki nakar vakur býur tá.

Eg minnist serliga eitt bumbu­álop hesar dagarnar. Eg stóð í kappanum. Alt var myrkt. Mann slapp ikki í land. Meðan eg stóð í kappanum var eitt øgiligt brøl. Eg minnist, at eg hekk í leysari luft í kappanum, tá tað brast. Eg mátti bara halda fast, tí beinini fóru undan mær, so stórt var lufttrýstið.

Hetta var ein bumba, sum var slept ikki so langt frá okkum. Tað var eitt grúligt sorl men ikki nógvur mannaskaði, sum vit frættu um. Nógvur skaði var hendur uttarlaga í dokkini.

Soleiðis var, sum eg upplivdi kríggið frá byrjan av.

 

Til Havnar at keypa breyð

So fara vit avstað aftur, og tá fáa allir teir donsku bátarnir tey boð, at teir skuldu framyvir til Fleetwood á vesturstrond Bretlands at landa. Hetta var mett at vera minni vandafult, tí Fleetvood lá tað longri burtur frá vandaøki. Framvegis vildu bretar fegnir hava fiskin, sum saman við føroysku landingunum høvdu stóran týdning fyri matvøruforsýningina í Bretlandi undir krígnum.

Vit fóru so avstað aftur. Vit løgdu altíð inn á Havnina, tá leið­in gekk framvið til Íslands. Í Onglandi fekst bert luff, eitt slag av franskbreyði, men danir vildu hava ordiligt rugbreyð, sum tað fekst í Føroyum.

Tað kann skoyast uppí, at »tjóðar­rætturin« hjá teimum var vanlig donsku speygupylsa.

So eg slapp tá heim nakrar tímar. Hetta hevði tó tann vansa, at eg fekk sjóverk, tá ið vit fóru avstað aftur.

 

 

Rættingar

Í fyrsta part varð undir yvir­skrivt­ini »Ósjónlig mørk« varð greittt frá monnum, sum stóðu eystanfyri og vestanfyri í býnum og prátaðu. Her var býtt um uppá eystur og vestur.

Í seinasta parti varð sagt, at Matthias Jacobsen var skipari á Elsu. Tað var beiggi hansara Hans.

 

 

 

 

Næstu ferð

Í komandi parti greiðir Johan framhaldandi frá síni sigling undir krígnum. Hann er eisini við til jarðarferðina hjá fyrrverandi bretska forsætisráðharranum

Neville Chaimberlain