Jóhan og liðfelagarnir taptu eisini seinnu meistaraskapsfinaluna

Aalborg er danmarksmeistari 2026

Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus mugu taka til takkar við silvurkrónunum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Skanderborg-Aarhus tapti eisini seinnu meistaraskapsfinaluna fyri Aalborg, ið harvið endurvann danska meistaraheitið.

 

Í kvøld vann Aalborg 35-31 í Djurslands Bank Arena í Aarhus. Í steðginum var bert eitt mál á muni. Tá var Aalborg á odda 19-18.

 

Aalborg vann fyrru finaluna á heimavølli 30-29 (14-16), og vunnu sostatt finaluuppgerðina 2-0.

 

Jóhan skoraði fýra mál upp á 10 málroyndir. Niklas Landin í Aalborg-málinum hevði 17 bjargingar í kvøld, og átti sín góða lut í sigrinum hjá Aalborg.

 

Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG vunnu eisini seinna bronsudystin móti Mors-Thy. Í Thy høllini vann GOG í kvøld 35-29 á Mors-Thy. Í steðginum var GOG á odda 15-13.

 

GOG vann fyrra bronsudystin á heimavølli 38-31 (19-17), og vann sostatt bronsuuppgerðina 2-0.

 

Óli skoraði í kvøld tvey mál upp á fýra málroyndir, men hann legði upp til heili átta mál (assist). 

 

Tað gjørdist sostatt silvur til Jóhan og bronsa til Óla, ið slettis ikki er so galið, tí talan er um eina av fremru hondbóltsdeildunum í Evropa.