John Eliassen: Í rasshaft av “blindum passageri”

John hevur roynt nógv í sigling úti í heimi. Eitt var ein blindur passagerur, sum illa slapst av við aftur

4. partur
Í seinasta parti greiddi John frá hendingum í Lybia og sigling m.a. í Suðuramerika. Hetta var ein stórur partur av siglingarleiðini hjá honum. John heldur fram við síni áhugaverdu frásøgn:
18 mánaðir umborð
Tá ið eg byrjaði at sigla vóru vit 18 mánaðir burtur í senn. Hetta var tað vanliga tá. Tá var tað eisini vanligt, at kona og børn sigldu við eitt skifti.  Eina ferð vóru Judisa og Ragnar við í Suðuramerika. Tá vóru tey eisini á  kendu baðistrondini, Cobacapana í Rio de Janeiro í Brasil. Síðan er tíðin úti minkað munandi. Hetta er sjálvsagt stórur bati.
Í Rio de Janeiro er eisini tann kenda Kristus-standmyndin, sum stendur einum 710 metra høgum fjalli. Hon sæst alt samdøgrið, tí lýst varð á hana við ljóskastarum í myrkri. Eg kundi síggja andlitið á Kristusi  upp til 110 fjórðingar til havs.
Tann blindi ferðamaðurin.


Tað er ikki ókent, at fólk sníkja seg umborð á eitt skip fyri at fáa flutning úr einum landi til annað.  Tá verður tosað um ein “blindan passager”. Hetta havi eg eisini roynt fyrst í 80-unum.
Hetta var, tá ið eg var skipari á Dana America hjá danska reiðarínum Nordana line. Byrjanin var, at vit lastaðu í Houston í Texas í USA. Henda túrin komu vit til Halifax í Nova Scotia í Canada at taka farm. Hetta var síðsta havnin í Amerika, áðrenn vit løgdu eystureftir um Atlantshavið. Tá ið vit vóru leysir av landi greiddi manningin frá, at ein fremmandur maður gekk umborð. Tá finna vit útav, at hetta er ein blindur passagerur, um 40 ára gamal.  Eg mátti sjálvsagt práta við hann og fáa at vita, hvør maðurin var.
Jú, hann hevði gingið í havnini í Halifax. Har hevði hann sæð ein bil blíva koyrdan umborð í skipið. Hann hevði griska nummarplátu. Tá roknaði hesin maðurin út, at hetta skipið mundi fara til Grikkaland. Hagar vildi hann eisini sleppa, og tí sníkti hann seg umborð.
Tá vit fara at tosa við mannin vísti tað seg, at hann var polakkur. Hann var rýmdur úr kommunistastýrinum í Polen,  sum tað ikki var so lætt at rýma frá. Men hann var kropin upp undir eitt tok, sum hann visti skuldi suðureftir, og hann var tískil endaður í Grikkalandi. Tá var hann komin undan tokinum. Hetta má hava verið ein ótespulig ferð, sum hevur vart í nógvar tímar. Men hann var sum so heppin. Myndugleikarnir í hesum londum plagdu annars at leita væl undir tokunum eftir fólki, sum vildu sleppa av landinum. Tá var heldur ikki lukkuligt at verða tikin.


Men manninum dámdi kortini ikki so væl í Grikkalandi. Tískil byrjar hann í Grikkalandi at søkja um innferðarloyvi til Canada, tí tað skuldi vera eitt so framúr land.
Aftur til Canada
 Men hann hevur verið snúin, so hann endaði sum sagt í Canada. Men tá ið hann er komin til Canada, er tað heldur ikki eftir hansara høvdi, so nú heldur hann kortini Grikkaland vera tað besta. Og nú hann sá eitt skip, sum hann helt fara til Grikkaland, vildi hann royna møguleikan við eini ókeypis ferð.
Hann er so komin umborð til okkara. Hann hevði einki pass og einki skjal, sum vísti hvør hann var. Tað gjørdi tað heldur ikki lættari.
 Tá eg so fari at kanna skjølini umborð, tá síggi eg, ein bilur skal  til Piræus, sum er havnabýur hjá Athen í Grikkalandi. So tað var rætt, sum maður segði.
Spurningurin var nú, hvussu vit skuldu fáa mannin í land. Vit skuldu til fleri havnir, áðrenn vit komu til Grikkaland. Hann hevði eingi samlei


kaprógv. Og at sleppa í land uttan eitt slíkt var nærum ógjørligt.
Fyrsta havnin var í Tripoli í Libya. Har var ikki hugsingur um at sleppa av við mannin. Hann kundi heldur ikki ganga leysur á dekkinum, so tað var neyðugt at læsa hann inni í einum kamari, so hann ikki stakk av. Í summum havnum, sum vit seinni komu til varð kravt, at hann skuldi steingjast inni í einum kontainara, so eingin ivi skuldi vera um, hvar vit høvdu hann.
 Hetta gav okkum stórar trupulleikar. Tað vóru tríggjar havnir i Libya, sum vit komu til, so. Hetta tók sína tíð. Mannagongdin við kanning av fólkinum umborð var tann sama í øllum havnum.
Úr Libya komu vit til Aleksandria í Egyptalandi. Hetta gekk ikki betur, har slapst heldur ikki av við mannin.  Tað sama var í Beirut í Libanon. Tá vit koma til Grikkaland, har hann ætlaði sær at koma til, vildu teir heldur ikki hava hann í land. So mátti vit hava mannin við til Italia, har gekk ikki mætari.
Sjúka loysti trupulleikan
Men tá ið vit skuldu fara úr Genova í Italia, fortaldi maðurin, at hann hevði pínu í búkinum.
Eg spurdi, um hann hevði fepur, men tað visti hann ikki. Pínan lá millum nalvan og høgru mjødn. Tað, sum eg hevði lært á navigatiónsskúlanum hjá gamla landslæknanum, segði mær, at hetta kundi vera blindtarmsbruni.  Hanus Debes Joensen hevði lært okkum á skúlanum, at tá ið man lyftir høgra fót, og um pínan tá linnar eitt sindur,  er hetta tekn um bruna í blindtarminum.
Eg sendi beinanvegin telegramm til agentin í Marseille, hagar vit skuldu fara, um at fáa lækna umborð á skipið, tá ið vit komu fram.
Tá vit koma hagar stendur læknin á keiuni. Tá hevði hann fepur og framvegis pínu. Hann fór so í land og eg frætti frá agentinum, at hann skuldi leggjast undir skurð. Hetta endaði við, at vit fingu loyvi til at sigla og kundu lata mannin vera eftir. Agenturin fekk at vita, at maðurin vildi til Canada aftur, nú hann ikki kundi sleppa í land í Grikkalandi. Hann kundi kortini ikki koma við okkum til Canada, tí okkara ruta lá ikki hagar, hon var til New York.
Vit fóru so avstað og sigldu í Miðalhavinum og skuldu so koma aftir til Marseilles. Eg hugsaði, um tað veruliga kundi vera so galið, at vit tá skuldu hava mannin umborð aftur har.



Tá ið vit komu til Marseille, fari eg at spyrja um henda góða mann. Tá fekk eg at vita, at maðurin var skorin fyri blindtarmsbruna, tað var hetta sum bagdi honum.
Men tá ið maðurin kom so mikið fyri seg, var skipað fyri, at hann skuldi fyrst fara við flogfari til Paris, og haðani til Canada. Men hetta hevur kortini ikki hóvað manninum. Á flogferðini til París tekur maðurin ein træblýant, brýtur hann í munninum frammanfyri eini flogternu og fer at tyggja blýantin og svølgja hann. Flogternan verður heilt frá sær sjálvari, tá ið hon sær hetta og sigur flogskiparanum frá.
Hetta gjørdi, at flogfarið úr Paris til Canada noktaði at taka mannin við eftir henda atburð. Eg veit ikki meira um mannin.  Hann var umborð hjá okkum í nærum tveir mánaðir. Hann hevði góðar dagar. Hevði egna koyggju og fekk nóg mikið at eta.
Upprunaliga trupulleikin var, at í havnini í Halifax kundu fólk ganga og mala uttan eftirlit, sum tað var fyrr á molanum í Havn. Hetta hevði neyvan latið seg gjørt í dag.
Har, sum skil er á, mugu sjálvt havnaarbeiðarar vísa samleikaprógv fyri at sleppa til arbeiðis.
Fastir í koralrivi
Eina ferð í Nicaragua komu vit siglandi gjøgnum Moskito kanalina. Vit máttu halda okkum tætt at strondini. Tá kemur eitt illveður, tað oysti niður við tropiskum regni.  Allur skermurin á radaranm varð hvítur, so vit sóu ikki, hvussu langt vit vóru frá landi. Vit máttu steðga og ankra upp, so vit ikki rendu á land. Flúrar vóru eisini uttanfyri har. At fara á land mátti fyri alt í verðini ikki henda. Tað fór at slíta i, og vit sóu tá land. Tá vit so skulu hiva akkerið upp, maktar spælið ikki. Vit royna ymiskt sum at slekka av og so seta á aftur, men tað hjálpir einki.
Tað vísti seg, at vit vóru fastir í einum koralrivi. Hvat skuldu vit gera nú? So royndu vit at spenna alt væl, og so at bakka og sigla fram við skipinum, og so at royna at ansa eftir, at akkerið ikki slitnaði. Tað kundi eisini henda um illa vildi til, at  tað skrædnaði í stevninum. Tað hevði eisini verið ein ólukka.
Tað eydnaðist at enda. Men tá akkerið kom upp, tá fylgdi ein stórur blokkur av korallum við á akkerinum. Vit sigldu eitt sindur longur burtur og fingu so slept koralblokki niður á botn aftur. Men her lærdi eg so, at ein skal vera eitt sindur umhugsin, tá ið ankrað verður.
Eg havi eisini verið í Venesuela, har fleiri føroyingar hava virkað sum trúboðarar. Har var gott skil í tá, men nú stendur alt til at bresta.
Havi eisini verið í Santo Domingo í Dominikanska lýðveldinum, sum var fyrsta land, sum Columbus fann á sinni. Hetta er ein stórur havnabýur.
Hitti føroyingar í stóru verð
Eg hitti onkuntíð føroyingar. Í Houston búði Jallgrim Joensen, úr Húsavík. Hann var beiggi Asbjørn Joensen, kendur løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin í sínari tíð. Hann arbeiddi fyri tryggingarfelagið Lloyds í London. Men so fór hann  til Houston at arbeiða fyri somu fyritøku. Tá ið donsk skip vóru inni, fór hann umborð at vita um nakar føroyingur var við. Tá komu vit at kennast.
Hann var ein sovorðin álitismaður, at høvdu teir trupuleikar við einum skipi, so tóku teir altíð hann umborð.
Eitt skifti sigldi eg við Knud I Larsen, einum donskum reiðarí. Vit sigldu inni á stóru sjógvunum í USA. Minnist eina av hesum oyggjunum við bygningum. Porturini vóru gjørd sum stór lyklahol. Hesa oynna átti Yale fyritøkan, sum hevur lagt navn til yale lyklarnar, sum er ein nútímas útgáva av gomlu føroysku hvølpalásini.
Jarðskjálti í sjónum
 Ein serlig hending var eisini í Guatemala.  
Vit fóri út eitt  kvøldið í myrkri, og  loðsurin var farin í land.
Skiparin var farin  at leggja seg, eg var stýrimaður og á vakt. Tað var púra stilt í sjónum, men knappliga verður stór alda við nógvum rulli. Eg skilti einki av hesum. Tá ið skiparin kemur upp,  skilir hann, at her er okkurt, sum er reiðiliga galið.
Nú rópar loðsurin á okkum á VHFinum. So spyr hann hvussu tað hevur gingist hjá okkum.  Tá hevði verið jarðskjálvti á botni, og hetta var orsøkin til alduna og rullið. Tá ið vit komu aftur, var hesin partur av havnini burtur, og vit máttu leggja at aðrastaðni.
Endin á fjarsiglingini
Konan bleiv sjúk, so eg mátti halda meg til heimaleiðirnar
Eitt skifti  sigldi eg við Strandferðsluni, mest sum avloysari. Tá kom eg at sigla við øllum  Strandfaraskipunum, og eg var alt frá skiparara til dekkara. Her kann skoytast upp í, at John hevur tað ummæli frá fólki, hann samstarvaði við á Strandferðsluni, at hann var ein álitismaður av teimum bestu.


Tá ið konan var deyð, fór eg at sigla onkran túr sum avloysari við Steintór, ísfiskatrolararn í Hvalba. Skiparin, Jákup Pauli Hammer, er systirsonur Judisu. Har var eg við nøkur summur. Tá var eg dekkari. Eg hevði mínar trolroyndir við  gamla trolaranum Høvdaberg  og íslendskum  trolarum á ungum árum og hetta kom til góðar nú. Vit fingu nógvan fisk, tað var ein góður trolari.
Hetta var endin á sjólívinum. Seinni hevur tað verið við ferðamannaskipum sum ferðamaður.
Í seinni árum havi eg onkuntíð verið  á floti. Tað hevur eisini verið spennandi. Eina ferð fingu vit tríggjar stórar kalvar, sum vigaðu 238 pund.
Eg var 60 ár tá ið konan doyði. Judisa var 56 ár. Vit áttu sonin Ragnar, sum býr í Havn. Hann  eigur tvey børn.
Eg giftist við Poulinu í  1996. Hon hevði mist sín mann, Erling, í 1993. Tey áttu trý børn, eitt er farið foldum frá. Eg havi í mong ár búð í Havn, har eg trívíst væl.

Tøkk til John
Vit fara at takka John fyri hesa áhugaverdu frásøgn, sum er eitt gott íkast til fjølbroytta lívið og virksemið hjá føroyingum úti í heimi.

Komandi partur
Komandi partar verða um hvalaveiðuna hjá føroyingum við hollendarum aftaná seinna heimsbardaga.

Myndir:
0.
Mynd av John frá seinasta parti.
1.Henda myndin varð skannað, tá seinasti partur varð gjørdur
Dana America hjá Nordana Line, sum John var við.
2.
 
John kundi síggja Jesus meira enn 100 fjórðingar til havs.
3
 
Blindi ferðamaðurin kom umborð í Halifax
4.
 

Blindi ferðamaðurin ætlaði at sleppa til Piræus við Athen. Men har slapp hann ikki í land.

5. Kvinnumynd sum varð skannað til seinasta part
John giftist seinnu ferð við Paulinu Midjord