John Johannesen hevur ikki uppiborið sín sess

Eg havi fyrr skrivað til John Johannesen, har eg segði, at eg fór at fylgja honum og hansara val lyftum víðvíkjandi tónleiki. Í mun til John Johanessen, so havi eg hildið orð.

Tað er onki, sum er so irriterandi og respektleyst, sum tá maktgreðingar útnytta naivitetin hjá fólki, so teir sleppa at valdinum. Eitt gott dømi upp á hetta fyribrigdi er John Johanessen. Hann lovaði, at hann skuldi vera tingsins rødd hjá tónleikinum, men hóast sín unga aldur, so tykist tað sum at John líður av alzheimers, tí so skjótt hann slapp at valdinum, so sveik minnið hjá manninum.

Lat okkum líka uppfríska minnið hja John: »Tá Javnaðarflokkurin aftur tekur við landsins leiðslu verður ein tónlistagrunnur skipaður við 5 mió til at menna tónlistina bæði sum lista- og vinnugrein... um tú vilt stuðla hesi ætlan, so set X við John Johannessen, Javnaðarflokkurin«, orðarætt siterað av heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum.

Er tað okkurt, sum eg ikki havi fingið við, ella er reglubrotið omanfyri ikki sjálv definitiónin upp á eitt brotið lyfti?

 

Timburmaðurin John Johannessen

Hetta svarar til, at eg skal byggja mær eini hús. Eg seti eina lýsing í bløðini, har eg seti nøkur krøv til tann, sum skal byggja míni hús. Eina viku seinni, so bjóðar John seg fram. Hann skal nokk byggja húsini, men tá tvey ár eru liðin, so hevur John framvegis onki gjørt, hóast hann lovaði, at hann nokk skuldi byggja húsini. Samstundis sum hann onki hevur gjørt, so havi eg goldið honum fulla løn í tvey ár. John hevur fingið sær leiklutin sum snúltari. Hini arbeiða, og John etur burturav.

 

Niðurstøðan viðvíkjandi arbeiðsinnsatsinum hjá John

Tíðin hevur prógvað, at tú ikki megnar at røkja títt starv. Tað er onki samsvar millum orð og handling. Tú ert ikki til at stóla uppá, hevur svikið tínar veljarar og hildið føroyskt tónleikalív fyri spott í áravís. Tíðin er komin, har tú leggur kongin og letur nýtt lív sleppa framat.

Hervið er bólturin á tíni hálvu. Nú hevur tú møguleikan at vísa tínar dygdir og vísa á, at mín niðurstøða er skeiv.