Hóast fleiri hava skrivað um John Smith, nú hann er farin av fold, havi eg hug at knýta hesi fáu orð afturat.
John Smith var heilur, har hann var. Ei hann tagdi og heldur ikki rópti hann. Sjónarmið síni bar hann fram - sáttliga og í stórsta álvara; hann brann fyri søk síni - tað hann hugsaði, segði hann beint fram - sama hvør var mótpartur.
Hann veik ikki uttanum, um tað so kundi svíða, fals kom honum ikki til hugs; tað var honum í holdið borið at siga tað, hann hevði upp á hjartað - tað var harvið, fall tað ikki í góða jørð.
Í poltiska hugburði sínum var hann avgjørdur. Ikki tað, at hann í einum og øllum ígekk tað, partamenn søgdu, á sín sermerkta hátt segði hann frá støðu síni.
Loyalur var hann um nakar, og hugsjónir hansara bóru altíð uppum smásinni og kegl - tá á stóð kundi tú altíð rokna við honum.
Í valtíðum, løgting, fólkating, ella til býráðsval, var hann í fremstu røð, tá tøkini skuldu takast. Helt seg ongantíð und-an; var tekin til hart stríð og tað helst fór at vera vøkkult at vinna fram ella tap var í honum, John var hin sami, tað lá ikki fremst hjá honum, at tað var hann sum mátti veljast, men altíð tað at vinna flokkinum, hugsjónini, bestu sømdir, tað var aðalmálið.
Javnan var John valevni. Tá hann á fyrsta sinni stóð á palli í Sjónleikarhúsinum á veljarafundi í Havn, kom tað ikki honum til hugs, at hann ikki ótarnaður slapp at tala sína søk; Fólkaflokkurin í Havn dugdi kynstrið um nakar, ikki at geva mótstøðumonnum grið á talarapallinum - og sum tann siðbundni høviski, svaraði John aftur - men kom ikki longur í røðu síni, sum eisini tá snúi seg um skipadekkið sum arbeiðspláss, gjøldur varð gjørdur burturúr tí, hann bar fram. John lat seg tó ikki ræða, legði á aftur í aðru syftu og lat seg nú ikki tøla av óargaligari speirekan; hann gjørdi altíð setning sín til lítar. At vera til taks, tá boð vóru, tað var John.
Var John við í stríðnum, í politisku viðgerðini, var tað fyri hann týdningarmikið at vera uppi í tjakinum. Ikki at tilmæli hansara beint nú skuldu vera fylgd, men ávirkan hansara var ofta partur av støðutakanini, samtyktini. John skrivaði, teknaði, kom við uppskotum og tilmælum, ongantíð ráðaleysur, legði íðiliga dent á tað neyðuga, at herja á, ikki at dvína, vart tú sannførdur um kósina.
Í drúgva, ofta møtismikla arbeiði uppundir val, at skriva valtilfar, plakatir, ein ikki týdningarlítil partur av valstríðnum, eisini sjálvan valdagin var ein partur av tí, hann gjørdi, mestsum sjálvkravdur. Beinraknu myndirnar og skemtiligastu, vóru tær, sum John legði úr hondum. Satiran, tann partin av valdegnum átti John mestsum við strikum sínum.
Tað var neyvan løgtingsval ella fólkatingsval, at John ikki var beinleiðis partur í valstríðnum, valevni ella stillari. Hann tók hetta sum skyldu, ikki bara tað; við beinleiðis luttøku setti hann sín dám í strembanini fyri tí samfelag, sum hann metti hava týdning at vinna enn longur fram á leiðini við.
Minnini um John Smith sigla fram við tær, løturnar í heimi teirra, kvøld og nætur uppundir val, á valfundi, limafundi, á blaðnum. Ongantíð hann spardi seg.
Fáum at verða viðurkendur á lívi er gamalt sagt, men um orð í hesum føri eru fátækslig, er tað við hávirðing vit minnast vinmannin og floksfelagan, sum altíð var við hjálpandi hondini.
Frið lýsa vit yvir minnið um heiðursmannin John Smith.
jl