John: Wales er millum tey bestu

FSF Varpið: John Petersen er til reiðar til fyrstu uppgávuna sum landsliðsvenjari

Venjarin hjá A-landsliðnum við kvinnum, John Petersen væntar sterka mótstøðu ímóti Wales. Er avrikið gott, so er venjarin nøgdur, sigur landsliðsvenjarin millum annað í samrøðu við FSF Varpið

Føroyska kvinnulandsliðið leggur í løtuni síðstu hond á fyrireikingarnar til EM-undankappingardystin móti Wales. Undir seinastu venjingini, sum var á middegi mikudagin, fekk FSF Varpið orðið á landsliðsvenjaran, John Petersen.

Landsdysturin millum Føroyar og Wales verður á Tórsvølli hósdagin klokkan 17:00.

##med2##