John Wetton doyði 31, januar 2017. Hervið fór eitt av stóru nøvnunum innan prog-rockin.
Hann var síðani sjeytiárini partur av mongum samansetingum, har bert tað besta var nóg gott. Ofta fingu hesir bólkar orðið "super" sett fremst í navninum, tí talan var um superbólkar, settir saman av góðum tónleikarum.
Serliga kendur er hann helst sum oddamaður í ASIA.
John Wetton varnføddur í 1949,og var 67 ár, nú hann andaðist.