Joint-Venture og tilfeingisbúð

Meðan Jørgen Niclasen mest tosaði um, hvussu politiska skipanin kundi skapa bestu karmarnar fyri føroyska vinnu, endurtók Høgni Hoydal tilmælið um eina tilfeingisbúð, tá teir mettu um føroyska útflutningsvinnu á fundinum hjá Vinnuhúsinum mánadagin

Sum nevnt í blaðnum í gjár skipaði Vinnuhúsið fyri einum fundi í hølunum hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon mánadagin seinnapart, har teir fýra floksformenninir hjá stóru flokkunum á Tingi vórðu bidnir at svara fýra ítøkiligum spurningum.
Vit endurtaka spurningarnar:
1: Hvussu røkja og stimbra vit verandi útflutningsvinnur, so tær ikki far fyri bakka, áðrenn vit hava fingið alternativar vinnur? Kann man yvirhøvur fáa meira burtur úr verandi útflutningsvinnum?
2: Hvussu sær samansetingin av samlaða føroyska útflutninginum út um 10 ár, og hvussu kann henda samanseting verða nádd?
3: Hvussu kann man stimbra og menna nýggjar útflutningsvinnugreinar? Hvørjar kundu hesar møguliga verið?
4: Hvussu vilja tit tryggja, at møgulig nevnd átøk verða gjøgnumførd?
Í blaðnum í gjár greiddu vit frá, hvat formaðurin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johanesen, løgmaður, og formaðurin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard, hildu um hesar spurningar.
Men eisini formenninir í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, og í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, søgdu sína hugsan um somu spurningar.

Skapa karmar
Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, helt sum Jóannes Eidesgaard, at tað kanska hevði sømt seg líka væl, at tað vóru politikararnir, sum lurtaðu eftir vinnuni heldur enn øvugt.
Men tá tað var sagt, kom formaður Fólkafloksins inn á spurningin um, hvussu politiska skipanin kundi skapa bestu karmarnar fyri vinuna.
- Tað er einki at ivast í, at neyðugt er at lata meiri upp á marknaðinum fyri øðrum. Tað er einasti vegurin móti framburði og størri vælferð, segði Jørgen Niclasen.
Hann vísti á søguligu gongdina.
- Tá Kongiligi Einahandilin varð avtikin vóru vit 5.000 tændir í Føroyum. Men tað, at einahandilin varð avtikin, setti ferð á samfelagið, og meðan fólkatalið síðani er vaksið tíggju ferðir síðani tá, er livistøðið vaksið hundrað ferðir, segði Jørgen Niclasen.
Hann mælti tí til, at latið verður meiri upp fyri møguleikanum hjá útlendskum íleggjarum at sleppa inn á føroyska marknaðin.
- Í tí sambandi hevði tað uttan iva verið gott og gagnligt at vit skaptu joint-venture verkætlanir millum føroyskar og útlenskar fyritøkur, segði Jørgen Niclasen.
Hann heldur, at vit somuleiðis eiga at einskilja føroysku almennu fyritøkurnar í enn størri mun, og ikki minst at útlisitera enn meira, enn vit gera í løtuni.
- Eitt annað, sum vit verða noydd at hyggja nærri at, eru marknaðarmøguleikarnar. Vit eiga at skapa okkum atgongd til allar teir marknaðir, vit yvirhøvur kunnu úti í heimi, segði Jøgen Niclasen.
Hann sær fyri sær eina framtíðar fiskivinnu, sum framvegis um tíggju ár fer at vera okkara størsta vinna, men tó ikki so stór, sum hon er í dag.
- Ein av teimum vinnum, sum fer at geva fiskivinnuni kapping, er ferðavinnan. Eg síggi hava tvífaldaða um tíggju ár, segði Jørgen Niclasen.

Altjóða infrakervi
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, vísti á, at størsta orsøkin til tey fall, vit hava havt í samfelagsbúskapinum gjøgnum árini, er tann stóri samanvevstur, sum hevur verið millum politisku skipanina og vinnulívið.
Samstundis helt hann, at vit hava røkt okkara fiskatilfeingi alt ov illa.
- Heilt frá tí at vit fluttu okkara fiskimark út á 200 fjórðingar, hava vit verið alt ov vánaligir at røkt okkara tilfeingið, segði Høgni Hoydal.
Hann mælti tí til at styrkja um Havstovuna soleiðis, at hon í staðin fyri sum í dag at vera ein mótleikari heldur frameftir skal verða ein viðleikari hjá vinnuni.
Hann førdi sjálvandi eisini fram aðalmál Tjóðveldis á fiskivinnuøkinum, evniliga spurningin um eina almenna tilfeingisbúð, sum skal umsita fiskiloyvir til allan flotan. Samstundis skal eisini innførast eitt tilfeingisgjald soleiðis, at skipini gjalda fyri tey loyvir, tey fáa.
- Vit skulu styrkja útbúgving og gransking og millum annað útvega dokumentatión fyri teimum søguligu rættindum, sum føroyingar eiga. Til dømis í makrelinum, segði Høgni Hoydal.
Eitt annað, sum vit eiga at stykja, er altjóða infrakervi.
- Vit hava útbygt innanlendis infrakervi, men tað er eisini umráðandi, at vit útbyggja altjóða infrakervi. Ikki minst tá talan er um flogferðsluna til og úr Føroyum, segði Høgni Hoydal.
Hann helt somueiðis, at vit eiga at gera íløgur í sendistovur uttanlands, so vegurin til marknaðin gerst so stuttur sum gjørligt.
- Við sendistovum í týdningarmiklu londunum verður tað munandi lættari hjá føroyskum fyritøkum at gera marknaðarkanningar á staðnum, til dømis, eins og ein føroyskur sendimaður kann gera sína ávirkan galdandi har, segði Høgni Hoydal.
Hann vónaði annars, at Føroyar kann gerast ein grønur miðdepil í Norðuratlantsavi um fá ár.
Eftir framløgurnar var so høvi hjá luttakarunum at seta spurningar, og tað elvdi til eitt lívligt orðaskifti, ið vardi langt út um ta tíð, ið ásett var.