Karl Egede er føddur og uppvaksin í Nuuk. Hóast hann er uppvaksin við jollufiskiskapi, so hevur hann eisini siglt við ymiskum trolarum, sum hava fiskað rækjur, svartkalva og tosk. Hann hevur eisini roynt við botngørnum eftir toski. Men, seinastu árini hevur Karl verið jollufiskimaður burturav, og tað dámar honum væl.
- Eg royni mest við línu eftir svartkalva. Um vetrarnar seti eg fyri tað mesta einar tríggjar til fýra kilometrar av línu. Í miðal eru 650 húkar á hvørjum túsund metrum, og agnið er lodna og steinbítur. Um summarið seti eg fleiri línur, sum tá samanlagt kunnu strekkja seg yvir einar sjey ella átta kilometrar.
Tað sigur Karl Egede við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini. Tá sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, hitti grønlendingin tíðliga í august mánaði, var hesin blíður og prátingarsamur.
- Í morgin eru vit tveir, sum fara avstað, og tá hava vit átta kilometrar av línu við. Eg ætli mær at sigla umleið 125 kilometrar inn í Nuuk-fjørðin og seta línurnar á 500–600 metra dýpið. Har vóni eg at fáa eitt til hálvt annað tons av svartkalva, sigur Karl Egede.
Karl Egede hevur eina trivaliga seks metur stóra Poca-jollu við einum 300 HK Yamaha leysamotori. Brosandi og eitt sindur skálkaligur sigur hann, at við fullari ferð gongur jollan "bert" 49 míl og brennur umleið 100 litrar av bensini um tíman.
Línan verður sett úr stampum og drigin upp aftur við spæli frá Oilwind í Miðvági. Karl Egede hevur ein lítlan bensinmotor umborð, sum gevur orku til spælið, og tað riggar væl, sigur hann við sjómanstrúboðaran, sum hitti Karl Egede í jolluhavnini í Nuuk fyrst í august.