Brian Kerr hálaði ein gamlan kenning í landsliðshøpi upp úr hattinum, tá hann kunngjørdi lið sítt til landsdystirnar ímóti Slovenia og Norðurírlandi.
Jonhard Frederiksberg, sum hevur spælt nakrar landsdystir undir Jógvan Martini Olsen, fær møguleikan aftur, eftir sannførandi avrikini fyri NSÍ.
- Eg hevði so at siga avskrivað landsliðið og hugsaði í øllum førum ikki um tað, tí eg spæli við NSÍ nú og hugsi bara um tað, fortelur Jonhard Frederiksberg.
Fjølbroytti leikarin heldur tó ikki, at tað er tann stóri munurin alt kring landsliðið nú og so fyri nøkrum árum síðani.
- Tað er líka gott sum tað plagdi at vera, ljóðar hansara meting.
Føroyar spæla í kvøld ímóti Slovenia á útivølli.