Jonhild var ættað úr Klaksvík, og har búði hon alla sína tíð. Foreldrini vóru Petra, sum var ættað úr Gerðum, og Jóhan Magnus Arge, sum var ættaður av Argjum og tískil í Klaksvík nevndur Argja Magnus. Hann vaks annars upp á Eiði.
Tey búsettust á Vágsheygnum og fingu níggju børn: Lina, Elsa, Ollan, Niels Juel, Hedvig, Jonhild, Osla, Ingrid og Eilif. Eftir á lívi eru Niels Juel og Osla, sum búgva í Klaksvík, og Hedvig og Ingrid, sum búgva í Danmark.
Jonhild tænti ymsa staðni, áðrenn hon í 1952 giftist við Jósupi Henriksen úr Sørvági. Tey búsettust á Lítlubrekku, og Jonhild var, sum flestu aðrar konur og mammur vóru tað tá í tíðini, heimagangandi kona og mamma. Jósup var skósmiðjur og hevði verkstað í kjallaranum. Seinni arbeiddi hann hjá pf. Hugo Gardar og á Løngjaldsstovuni.
Klaksvíkar Húsmøðrafelag hevur verið frammarlaga á so mongum økjum, og Jonhild var í mong ár í felagnum. Fyrst í sjeyti árunum fingu tær Føroya Húsarhaldsskúla í lag. Danska lærarinnan dugdi sjálvandi ikki føroyska matgerð. Tá varð heitt á Jonhild um ein dag hvørja viku at undirvísa í føroyskari matgerð. Tað gjørdi Jonhild frá 1974 og inntil í fjør.
Undirvísingin bar við sær, at Jonhild miðvíst legði seg eftir at skriva uppskriftir, sum hon so margfaldaði til næmingarnar. Hetta var fyrsta stigið ímóti bókini. Í fororðunum til Góðaráð segði Jonhild í oktober í 1987, at ynskið at geva uppskriftirnar út í bók hevði nøkur ár á baki, og tá ið hetta gjørdist til veruleika, segði Jonhild, at tað var við dyggum stuðli frá børnunum Petru og Jóhan og hjúnarfeløgum teirra.
Góðaráð fekk framúr móttøku, og tær bøkurnar munnu vera fáar - um tað yvirhøvur eru nakrar - sum hava verið so væl seldar. Fyrsta upplagið varð útselt beinanvegin, og tað var neyðugt at prenta uppaftur tvær ferðir.
Jonhild og Jósup og teirra hava altíð verið trúgv og drúgv í missiónshúsinum Emmaus og eisini í Christianskirkjuni. Jonhild var í fleiri ár og inntil í fjør ein teirra, sum vísti vitjandi prýðiligu kirkjuna. Tað var høgligt hjá henni, tí tey búðu stutt omanfyri kirkjuna. Eisini var hon í eldrafelagnum Hugna frá stovnani. Tá ið undangongukvinnan, Anna Joensen, sála, legði frá sær, tók Jonhild formansstarvið á seg, og tað røkti hon inntil í 2004. Eisini í landsfelagnum hjá pensionistunum var Jonhild í fleiri ár uppi í nevndararbeiði.
Jonhild og Jósup fingu fýra børn - Magnus og Jóhan, sum búgva í Klaksvík, Petra sum býr í Hvannasundi og Anvør, sum býr í Streymnesi.
Jósup doyði 10. august í 1993, og tá ið Jonhild nú slóknaði, eru eini av mongu hjúnunum farin, sum við arbeiðssemi, trúfesti og gudsótta tóku ábyrgd og vóru við til at mynda Klaksvíkina, sum vaks so ógvuliga nógv eftir seinna kríggið.