JT electric vunnið útbjóðing í Kanada

JT electric á Kambsdali hevur verið nógv úti um seg við sínum framkomna trolkamera, ið selt er víða um lond. Samstundis, sum fyritøkan hevur vunnið eina útbjóðing hjá kanadisku stjórnini, hevur JT electric eisini selt sítt fyrsta trolkamera til Japans

Fyritøkan JT electric á Kambsdali, sum ikki minst er kend fyri sítt trolkamera, hevur vunnið eina útbjóðing í Kanada, har ein granskingarstovnur undir kanadisku stjórnini skal hava tvær kameraskipanir - og fýra skipanir tilsamans - til granskingarverkætlan í arktis.
Útbúnaðurin, sum verður keyptur frá JT electric, verður soleiðis ein partur av granskingarútgerðini.

Ymiskir pakkar
Rúni Petersen er sølu-og marknaðarleiðari av trolkameranum, og hann hevur eisini ábygdina av, at menningin av eitt nú kameranum ikki stagnerar, men heldur fram.
- Vit hava vunnið útbjóðingina, sum kanadiski staturin skipaði fyri. Talan er um tvær kameraskipanir og tvær ljósskipanir.
Hann vísir á, at trolkamera’ini hava innbygdan ljósmøguleika, men í hesum førinum vilja kanadiumenn hava eykaljós innbygt í skipanina.
- Vit hava annars tríggjar slíkar skipanir - ella pakkar - við ymiskum møguleikum í útboði, leggur Rúni aftrat.

Eisini í Japan
Umframt at selja sínar skipanir til føroysk reiðaríir, hevur JT electric eisini selt fleiri trolkamera til stóra amerikanska reiðaríið, American Seafood Company í Seattle. Men fyritøkan á Kambsdali hevur eisini selt skipanir til onnur lond, bæði nær og fjar.
- Nú hava vit so eisini fingið okkara fyrsta sáttmála í Japan, og hesin sáttmáli kom í lag í sambandi við eina messu í Danmark, sigur Rúni Petersen.

Nógv orka
JT electric hevur luttikið á ymiskum fiskivinnustevnum, har framleiðarar og útbjóðarar sýna fram sínar vørur, eins og keyparar leita fram við at síggja tað nýggjasta innan tøkni.
Fyritøkan, sum seinnu árini hevur lagt nógva orku í trolkameraið, hevur eisini luttikið á fiskivinnustevnuni, Pacific Marine Expo í Seattle.