Tað vóru ung úr Leirvík, sum høvdu tikið stig til tiltakið, sum var í bowlinghøllini í Leirvík. Fleiri ung vóru samlað í bowlinghøllini, og tey tóku Juliu og Randal á bóli við blómum og gávukortum.
Privatbilførarar
Julia og Randal hava í 30 ár koyrt ung til og frá dansi og øðrum tiltøkum. Tað er fyri hetta, at tey vórðu heiðrað í Leirvík annan jóladag. Tiltakið var serliga ætlað Juliu, tí at hon hevur fyrst og fremst koyrt. Randal hevur í nógv ár siglt, meðan Julia hevur verið heimagangandi. Randal hevur tó eisini hjálpt væl til, tá ið tað hevur verið brúk fyri tveimum bilum.
- Ungdómurin hevur altíð tráðað eftir at sleppa av bygdini í vikuskiftinum. Vit hava koyrt tey í 30 ár, sigur Julia, sum eisini fekk ársins rós frá kommununi.
Tey vilja tryggjað, at tey ungu koma trygt heim eftir eina nátt í býnum.
- Fyrr fóru tey ungu í ein og hvønn bil. Tað kundi vera, at førarin var ungur og óroyndur ella møguliga ikki koyriførur. Øll foreldur hugsa nógv um, at børnini skulu koma trygt heim. Tí byrjaðu vit at koyra tey ungu, og tað vant uppá seg. Síðani eru vit ongantíð givin. Okkum dámar væl at koyra. Vit fáa útreiðslurnar endurgoldnar, og so eru vit væl nøgd, siga Julia og Randal.
Tóku tey á bóli
Julia og Randal tíma væl at koyra tey ungu, og foreldrini og tey seta eisini prís uppá tað. Tað prógvaðu tey annan jóladag.
- Tey ringdu til okkum annan jóladag klokkan 22.20 og spurdu, um vit kundu koma oman í bowlinghøllina. Vit væntaðu so, at vit skuldu koyra tey til Havnar, tí at tey plaga mangan at savnast í bowlinghøllini, áðrenn tey fara í býin. Men tó hugsaðu vit, at tað var eitt løgið tíðspunkt. Tey plaga nevniliga ikki at fara avstað fyrr enn á midnátt.
- Tá ið vit so komu oman, vórðu vit biðin um at fara inn í bowlinghøllina. Tá fekk eg ein lítlan illgruna. Tá ið vit komu oman, steðgaðu tey bowlingini, og Petur Asbjørn Levig, sum arbeiðir í bowlinghøllini, segði nøkur orð. Vit fingu handað blómur og tvey gávukort. Meginparturin av ungdóminum í Leirvík var í høllini, og summi av bygd eisini. Vit gjørdust sera bilsin og rørd, sigur Julia.
Eftir hetta fingu fólk bjóðað kaffi, og tey hugnaðu sær har eina løtu.
Viðurkenning fyri arbeiðið
Julia fekk eisini handað ársins rós, tá ið jólaskipið kom inn á Leirvík 22. desember. Hetta var eisini fyri at hjálpa øðrum. Tað má av sonnum sigast, at hetta parið í Leirvík livir fyri at hjálpa øðrum, og tað er eisini uppá sítt pláss, at tey fáa viðurkenning fyri tað.
Petur Asbjørn Lervig sigur, at tey við hesum vildu taka Juliu fyri teir mongu túrarnar hesi árini.