ÚTISETI Í EUROPA CUP
Hóskvøldið var Julian Johnsson einasti føroyingurin, ið fór av vøllinum sum sigursharri. Á Akranesi høvdu teir í fyrsta undanumfarinum í UEFA Cup kappingini vitjan av FC TVMK Tallin.Úrslitið var 4-2 til heimaliðið, eftir at ÍA í hálvleikinum hevði verið frammanfyri 2-0.
Í 2. hálvleiki stóð eina løtu einki til. Estlendingarnir minkaðu beinanvegin í 2. hálvleiki um munin til 2-1, og tá ið seinna umfarið var fimm minuttir gamalt, varð Stefan Þórðarson vístur av vøllinum, og síðani vóru skagamenn bara tíggju ímóti ellivu. Reyða kortið fekk ÍA maðurin, tí hann hevði rent ælbogan í andlitið á mótstøðumanni.
Tíbetur fyri ÍA, so gingu tað bara tríggir minuttir, áðrenn teir aftur vóru frammanfyri við tveimum málum.
Estlendingarnir megnaðu at gera sær dælt av,at teir vóru ein fleiri á vøllinum. Teir minkaðu um munin til 3-2, tá ið eitt korter var farið av 2. hálvleiki. Henda støðan helt sær, inntil vanliga leiktíðin var farin. Harvið tótkist tað sum um estlendska felagið skuldi hava rættuliga góða útgangsstøðu undan heimadystinum. Men í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, eydnaðist tað Juliani Johnsson at økja um ÍA leiðsluna til 4-2.
At ÍA vann við tveimum málum hevur við sær, at teir fara at halda fram í kappingini, hóast teir tapa við einum máli á útivølli í estlendska høvuðsstaðnum Tallin.
Tað er ikki so langt síðani, at Julian Johnsson fyri fyrstu ferð skoraði fyri ÍA í landskappingardysti. Tá ið ÍA í síðsta landskappingardystinum vann 1-0, varð málið skorað upp á brotsspark tveir minuttir undan dystarenda. Brotssparkið varð dømt, eftir at Julian Johnsson við høvdinum hevði roynt ímóti málinum.
Í somu kapping var FH av Hafnafirði á útivølli í Cardiff í Wales ímóti Haverfordwest. Alt bendir á, at tað skal eydnast FH at halda fram í kappingini, eftir at liðið hava spælt í Íslandi á Ólavsøku. FH vann 1-0 í Wales. Einasta málið skoraði vandamikli danski álopsspælarin Allan Borgvardt, tá ið eitt korter var eftir.