##med2##
Tað var javnt og spennandi leingi millum Neistan og KÍF, men neistamenn lótu ongantíð kollfirðingar fara framum og móti dystarenda fingu neistamenn bygt uppá leiðsluna. Tað endaði við einum 29-26 sigri í seinnu hálvfinaluni í Faxe Kondi kappingini, og harvið ein samlaðan 54-50 hálvfinalusigur til Neistan.
Stóra verjuálitið hjá KÍF, Tony Weyhe mátti út við skaða tíðliga í dystinum og tað gjørdi ikki fyritreytirnar hjá KÍF lættari.
Neistin-KÍF 29-26 (15-15) - Samanlagt 54-50 sigur til Neistan
Toppskjúttar Neistin: Julian J. Kragesteen 6, Dánjal Ragnarsson 5 og Rasmus Søby 4.
Toppskjúttar KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 8, Fríði Weyhe 6 og Niclas Selvig 6.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum seinastu minuttunum av dystinum. Hjalti Mohr Jacobsen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr Hjalta Mohr Jacobsen taka stutt samanum tað, ið hann metir vera ein samlaður uppiborin sigur til Neistan. Hjalti heldur eisini, at uttan Tony Weyhe var tað meir enn torført hjá KÍF at koppa Neistanum.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við veteranin hjá KÍF, Teitur Joensen sum segði seg hava eina tóma kenslu aftaná dystin. Teitur heldur, at KÍF kundi gjørt tað eina tonn betri í hálvfinalunum, men hann staðfestir, at Neistin er eitt sera gott lið.
4) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við toppskjúttan hjá Neistanum, Julian J. Kragesteen sum fegnast um at fáa møguleikan at sleppa í steypafinaluna. Hann heldur tó, at tað var alt annað enn lætt at knógva KÍF í hálvfinalunum, tí kollfirðingar stríddust væl.
##med3##