Jólatræið í Vestmanna verður tendrað fríggjadagin hin 21. november klokkan 17. Jólamaðurin, Julius, og hjálpari hansara, Rógvi, fara at tendra jólatræið í ár.
- Árliga jólahaldið á Torginum verður nakað øðrvísi í ár enn tað, sum vit vanliga kenna til, siga tey í Vestmanna kommunu.
Í ár hava tey valt at gera jólahaldið serliga hugnaligt og stuttligt fyri yngstu borgararnar.
- Tað verða ongar røður, men ístaðin fara Julius og Rógvi at undirhalda, umframt at Bjarki Virgarsson fer at framføra nøkur jólaløg saman við Vestmanna Barnakóri.
Í Vestmanna fara tey tó at halda fast í dansinum um jólatræið.
- Eftir at Julius og Rógvi saman við børnum, foreldrum og øðrum hava sungið og dansað, fara teir og aðri fittir vættrar at býta út gávuposar til børnini.
Kommunan fer eisini at bjóða øllum bollar og heitt kakao.
Í ár verður eisini meira gjørt burturúr við jólaprýði á Torginum og á kommunalum støðum, so tað verður eyka hugnaligt og jólaligt.
- Vit síggjast til lýsandi perur, góðan sang, undirhald og hugna. Ein samlað skrá við jólatiltøkum í Vestmanna verður løgd út í næstu viku, siga tey í Vestmanna kommunu.










