Jupiter fekk sild á Sandoyarbankanum

Fyrr í vikuni landaði Jupiter eini 50 tons av sild til Kassavirkið á Bakka. Sildina høvdu teir fingið á Sandoyarbankanum

50 tons av sild ljóðar ikki so ógvusligt. Og tað er heldur einki soleiðis at loypa á leistum eftir.

Men kortini er nakað serligt við hesum, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Kassavirkinum á Bakka, sum keypti sildina frá Jupiter.

Føroysk nótaskip hava fyrr fingið sild á hesum leiðum. Júst hesa árstíðina. Tað var stór og góð sild, eins og hendan, sum Jupiter nú fekk.

Regin Jacobsen sigur, at kanningar hava víst, at hendan sildin er størri enn sild, fingin verður aðrastaðni.

Talan er helst um ein serliga, føroyskan stovn. Men stovnurin er helst so lítil, at hann er ikki álítandi til nakrar útflutning sum so, sigur Regin Jacobsen.

Kassavirkið hevur fyrr selt nakað av hesi sildini til keyparar uttanlands.

Til dømis fingu skipini í árunum 1993, 1994 og 1995 nakað av sild, og sáttmálar vórðu gjørdir.

Men so hvarv sildin, og í tvey ár sást einki aftur.

»Tað er greitt,« sigur Regin jacobsen, »at tá vit ikki kunnu lata avtalaðu vøruna til avtalaða tíð, fara keypararnir at órógvast, og so dettur marknaðurin niðurfyri.«

Sildina, sum teir nú hava fingið, hava teir viðgjørt á gamlan hátt, sigur Regin Jacobsen. Tað mesta er avhøvdað og saltað í tunnur. Væntandi verður hetta selt á skandinaviska marknaðinum. Eisini er eitt sindur kryddað.

Men nakað er kortini fryst, og tað fer til Japans.

Annars er nógv til av sild, heldur Regin Jacobsen. Norðsjóarstovurin er ikki væl fyri, sigur hann, men aðrastaðni verður rættiliga nógv fiskað.

Til dømis hava norðmenn bara tvær tær fyrstu vikurnar í ár fiskað eini 70.000 tons.

Hendan sildin verður heilfryst og send til Japan. Regin Jacobsen sigur, at norsku bátarnir fáa 1,25 kr. fyri kilog, meðan Jupiter fekk tvær krónur fyri kilog.

Norðmenn selja nógv til lond sum Russland og Póland. Men har eru prísirnir lágir, sigur Regin Jacobsen.

Um hendan stovnin, sum er undir Føroyum, sigur Regin Jacobsen, at ongar avmarkingar eru fyri fiskiskapi. Stovnurin er helst altíð inni á føroyskum øki, og tí eiga vit hann, sum hann er, og kunnu fiska av honum, sum vit vilja.