Jupiter skjótan túr

Jupiter, sum var á Fuglafirði við fullari last av sild í síðstu viku, er nú í Bodø í Noregi við 1.200 tonsum av sild. Jupiter hevur roynt við nót á 74 stigum norður og 15 eystur, sum er norðalaga í norskum sjógvi.

Reiðaríið skrivar á heimasíðuni, at sildin hjá Jupiter vigar 300 gram í miðal. Tað er ikki tann besta støddin, verður sagt.

Jupiter byrjaði at landa á middegi í dag, og teir halda fram í morgin.