Enn knípur at fáa eyga á hvør skal koppa kvinnunum hjá KÌ í hesum kappingarárinum. Ìgjár vunnu klaksvíkskvinnur enn ein knúsandi sigur. KÍ vann 7-1 á Víkingi, longu í steðginum var KÌ á odda 5-1. Tá eitt korter var farið, var KÍ komið uppá 7-1, og so legði flagskipið hjá KÍ stilt tann seinasta hálva tíman. Hjá AB var gongdin júst tann øvugta, tá 62 minuttir vóru farnir, var støðan 0-0 millum MB og AB vesturi í Miðvági, men so kom glið á hjá argjakvinnum, sum hálvan tíma seinni vóru omaná við sjey málum. Olga Kristina Hansen skoraði eitt reint hattrick í dystinum. EB/Streymur og Skála áttu tann javna dystin í hesum umfarinum. Liðini spældu javnleik 1-1. Heimaliðið skoraði í fyrra hálvleiki, og útiliðið skoraði í seinna hálvleiki.