KÍ best hjá smádreingjum

KÍ fór ósigrað ígjøgnum meistarabólkin hjá smádreingjum í ár, og liðið úr Klaksvík vann føroyameistaraheitið framman fyri HB og TB

18 dystir hava KÍa smádreingir spælt í meistarabólkinum í ár, og ongantíð hava teir tapt. 16 ferðir vunnu teir, og tvær ferðir endaði við javnleiki. Hetta var eitt sannførandi avrik hjá KÍ í eini kapping, sum ofta hevur verið tøtt og spennandi.
Í grundspælinum var stórur munur millum KÍ og hini liðini. KÍ vann allar sínar dystir, meðan hini liðini tóku stig frá hvørjum øðrum. Tí endaði KÍ 11 stig frammanfyri nummar 2 í grundspælinum.
Reglarnar eru soleiðis, at eftir grundspælið fær vinnari trý stig, nummar 2 fær tvey stig og hini fáa eitt stig, og tí stóð mest sum á jøvnum millum øll liðini, tá farið varð undir endapælið.
Í endaspælinum vóru seks lið  KÍ, HB, TB, EB/Streymur, B36 og SÍF. Liðini spældu tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum  samanlagt 10 umfør  og fremsta liðið vann FM.
 
Tættari endaspæl
Endaspælið var tættari enn grundspælið, men ongantíð eydnaðist tað hinum liðunum at koppa KÍ.
KÍ hevur serliga kappast við HB og TB, og samanlagt hevur KÍ spælt fýra dystir ímóti hvørjum av hesum báðum liðum. KÍ vann tríggjar ferðir ímóti hvørjum av hesum liðum og spældi ein javnleik ímóti hvørjum av teimum.
Avgerandi dystirnir í kappingin vóru ímóti endanum av kappingarárinum, og tá var KÍ við yvirlutan. KÍ vann 2-0 á HB í Havn og 1-0 á TB í Klaksvík.
Tað hevur verið eyðsýnt ígjøgnum kappingina, at KÍ smádreingirnir hava spælt góðan fótbólt, og tað vóru eisini teir úr Klaksvík sum at enda vunnu gullmerkini og FM-heitið.
Tá seinasti dysturin hjá KÍ smádreingjum var spældur í Klaksvík herfyri, vóru nærum 200 fólk og hugdi eftir dystunum, og tað sigur ikki so lítið um áhugan fyri sterka og vælspælandi liðnum.