KÍF er framvegis oddalið í Atlantic Airways deildini, eftir at liðið vann ein greiðan sigur á Kyndli í høllini á Hálsi. Støðan gjørdist 21-26.
Tað gekk javnt á fram til hálvleiks. Tá var KÍF á odda við tveimum málum, men stutt eftir hálvleik fór KÍF frá teimum grønu. Miðskeiðis í seinna hálvleiki hevði Kyndil nakrar møguleikar at gera tað spennandi aftur, men teir tóku ikki av, tá teir fingu møguleikan.
Í hinum endanum vóru kollfirðingar eirindaleysir, tá teir fingu møguleikan at økja aftur. Millum annað skoraði Rógvi Weyhe trý mál innanfyri stutta tíð. Kyndil megnaði ongantið at hótta leiðsluna hjá KÍF seinastu minuttirnar.
Dysturin var hart spældur og tað vóru nógvir steðgir, umframt eitt reytt kort. KÍF hevur nú 13 stig á fyrsta plássið, meðan Kyndil hevur mist sambandið við oddaliðið á.
VÍF á øðrum plássi
Vestmenningar tykjast hava fingið fatur á rætta endanum í løtuni. Teir nærkast oddinum í hvørjum, og hava nú vunnið tveir torførar dyst á útivølli á rað. Fyrst gjørdust teir fyrsta liðið, sum megnaði at vinna á KÍF, og í gjár vunnu teir við sjey málum á Skála móti StÍF.
Í fyrra hálvleiki gekk javt á og liðini skiftust um at verða á odda. Hetta tril tíggju minuttir vóru eftir, tá VÍF fór frá strandingum, sum tó svaraðu aftur fyri hálvleik, so munurin bara var eitt mál í hálvleikinum.
Í seinna hálvleiki var VÍF omaná og legði seg tíðliga nøkur mál omaná. Tað helt allan dystin tí millum annað Eli Muller spældi ein branddyst.