Fyrrverandi ungdómslandsliðsspælari hjá USA og Trinidad & Tobago skal styrkja verjuna hjá KÍ í ár. 22 ára gamli Kareem Smith hevur seinastu trý árini verið fastur verjuspælari hjá amerikanska felangum USF. Hann er í góðari dystarvenjing, tí sambært heimasíðu felagsins hevur hann ikki forsømt ein einasta minutt seinastu 56 dystirnar hjá felagnum. Hann hevur eisini spælt á U-20 landsliðnum hjá Trinidad & Tobago og spældi eisini á U-18 landsliðnum hjá USA.
Talan er um ein eitt ára sáttmála, og nýggi verjuspælarin kemur til Klaksvíkar fyrst í februar mánaða, skrivar heimasíðan hjá KÍ.