KÍF hevur havt stóra frágongd í summarsteðginum, men nú frættist at KÍF fær nýtt blóð bæði inni á og uttanfyri vøllin.
KÍF hevur nevnliga gjørt avtalu við Andreas F. Hansen, ið verður venjari komandi kappingarár, og venjarin fær ágóðan av nøkrum nýggjum profilum á liðnum.
Landsliðsleikarin og fyrrverandi KÍF-leikarin, Nicklas Selvig, verður aftur at síggja í reyðu troyggjuni. Nicklas Selvig var ein av lyklaleikarunum tá ið KÍF vann føroyameistaraheitini í 2013 og 2014. Eisini hevur hann vunnið FM við VÍF.
Seinastu tvey árini hevur hann eisini verið fastur partur á liðnum hjá TMS Ringsted, ið flutti upp í bestu donsku deildina seinasta kappingarár.
Afturat hesum frættist at eisini Joakim Jürs skiftir til KÍF úr StÍF, eins og arbeitt verður við gera avtalu við onkran annan fyrrverandi leikara.