(Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við Tummas Lervig)
- Eg havi droymt um hetta í dagar og í nætur. Hetta sigur formaðurin í Klaksvíkar Ítróttarfelagi, Tummas Lervig sum ikki dylur, at tað kemur ógvuliga væl við hjá KÍ at vinna FM-gullið aftur aftaná eina bíðitíð uppá 20 ár.
Formaðurin í KÍ undirstrikar tó, at hann kendi seg ikki sigursvísan fyrrenn Jóannes Bjartalíð meddaði frísparkið í netið til 3-0.
Í kenda bakspegilinum fegnast Tummas Lervig eisini um avgerðina hann og táverandi ítróttarstjórin í KÍ, Niclas Niclassen tóku fyri meir enn fimm árum síðani, tá teir settu Mikkjal Thomassen í starv sum høvuðsvenjara í KÍ.
Sum hendan greinin fer út situr Tummas Lervig í góðum veitslulagi saman við 600 fólkum til tað, ið uttan iva verður besta KÍ-veitslan í hesari øldini.
Formaðurin kann við gleði staðfesti eitt flott hattrick, har KÍ vinnur bæði bestu mansdeildina og tað bestu kvinnudeildina, umframt næstbestu mansdeildina.