KÍ hevur trý "Clean Sheets" í fimm dystum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjara hjá KÍ taka samanum 4-0 sigurin á ÍF

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Neli Heldarskarð gjørdi á Rás2 við Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjara hjá KÍ, aftaná KÍ hevði vunnið 4-0 á ÍF í Fuglafirði.

 

Mikkjal Thomassen fegnast um sigurin, og hann fegnast um, at KÍ nú hevur trý "Clean Sheets" í fimm teimum fyrstu dystunum, har liðið hevur hildið málið reint.

 

Hóast greiða 4-0 sigurin, so er Mikkjal Thomassen ikki heilt nøgdur við tað leikliga. Hann heldur, at tað var ov fjálturstungið spæl í løtum hjá sínum monnum. Í seinna hálvleiki setti KÍ-venjarin Hjalgrím Elttør, Atla Danielsen og Jákup B. Andreassen á vøllin, og hann staðfestir, at hann hevur eina breidd á liðnum, sum hann kann fegnast um.